Føroyar í trimum finalum

Í morgun var annars møguleiki fyri, at føroyingar vóru partur av fýra av teimum fimm finaludystunum í badminton.

Aksel H. Poulsen tapti tó sína hálvfinalu, men hjá Sigrun Smith gekst betur.

Sigrun spældi móti Kimberly Clague af Isle of Man, og í trimum settum eydnaðist Sigrun at vinna dystin.

Umframt møguleikan at vinna gull, merkti sigurin eisini, at Isle of Man at kalla ongan møguleika hevur at vinna Føroyar aftur í samlaða heiðursmerkjabýtinum. Har eru Føroyar framvegis á odda við 31 gullmerkjum. Isle of Man hevur 29 gullmerkir.

 

Badmintonfinalurnar byrja nú um lítla løtu. Umframt Sigrun Smith í einmansleiki hjá kvinnum, umframt at bæði mans- og kvinnudoublan hava føroyskar finalistar.

 

Rás2 og Kringvarpið senda bæði beinleiðis frá finalunum.