Føroyar uppí UNESCO

Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, er væl nøgdur við vitjanina hjá danska starvsbróðuri sínum, Per Stig Møller, skrivar Úttanríkisráðið í tíðindaskrivi. ?Á fundinum fingu vit enn einaferð staðfest, at samstarv okkara millum er gott. Øll áleikandi mál fingu eina konstruktiva viðgerð, og partarnir eru samdir um, hvussu flest øll mál í felag skulu loysast ?, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharrin

Serliga fegnast Jørgen Niclasen um, at danski uttanríkisráðharrin tók so væl undir við ætlanunum um, at Føroyar fara uppí UNESCO, ið er ST felagsskapurin fyri mentan, útbúgving og vísindi.

Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri sigur: ?Tað hevur stóra týdning at styrkja okkara luttøku og umboðan í altjóða samfelagnum. Seinnu árini hevur fokus verið á útbúgving og vísindi, og tískil eru vit farin undir at fyrireika føroyskan atlimaskap í UNESCO.?

?Við at koma upp í henda felagsskap kunnu vit styrkja okkara profil innan mentan og ferðavinnu. Somuleiðis gevur ein tílíkur limaskapur atgongd til faklig forum innan vísindi, eins og vit gerast partur av hagtølum innan útbúgvingarøkið?, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri

Í gjár var tíðindafundur í Tinganesi, har ið uttanríkisráðharrarnir skiftu orð um mál av felags áhugað.