Filmur og orka
Í farnu viku var eitt norskt filmslið í Føroyum. Tað er Pandurafilm, eitt óheft filmsfelag, sum hevur fingið uppgávu frá norsku sjónvarpsrásini TV2 at gera ein dokumentar film í trimum pørtum uppá 50 minuttir hvør um orkutilfeingi og orkumál í heimshøpi, og í hesum samhangi verður eisini sett fokus á Føroyar.
Turid Rogne er jounalistur og hevur saman við filmupptøkumanni verið í nógvum ymsum londum og gjørt upptøkur og samrøður. Ætlanin er at vísa røðina í TV2 í 2003, umframt at røðin verður víst í sjónvarpi í nógvum ymsum londum.
Endamálið við hesi sjónvarpsrøð skrivar blaðið viðari er at fáa eitt altjóða yvirlit yvir nýtslu, tørv og stríðið fyri orkutilfeingi og avleiðingannar av hesum við grundarlag í søgum og myndum ymsa staðni frá í heiminum.
Turid Rogne sigur, at ætlan teirra er at gera Føroyar til ein part av hesum søgum. Føroyar eru sera áhugaverdar fyri hesa røðina orsakað av, at enn er oljuvinna bert í síni byrjan. ?Vit fara at hyggja nærri at, hvørjar vónir eru knýttar at oljuni og hvussuleiðis oljuvinnan kann koma at ávirka føroyska samfelagið. Her er spurningurin um føroyskt sjálvstýri ein týðandi partur, soleiðis sum vit síggja tað, og vit halda, at Føroyar kunnu virka sum eitt dømi um, hvønn leiklut atgongd til oljutilfeingi kann hava í ?nasjons- og identitetsbygging? sum hon málber seg.
Tað er í hesum sambandi, at norski journalisturin hevur vitjað í Føroyum í eina viku og hevur tosað við politikarar, vinnulívsfólk og fjølmiðlafólk. Sosialurin skilur, at stórur dentur verður eisini lagdur á týdningin møguligar komandi oljuinntøkur kunnu fáa fyri royndirnar hjá føroyingum at gerast meira sjálvstøðugir. Millum fólkini tosað hevur verið við eru Høgni Hoydal, Jóannes Eidesgaard, Anfinn Kallsberg, Ben Arabo og mong onnur.
Turid Rogne sigur, at tey hava fingið sera væl burtur úr í Føroyum og er hon ikki minst fegin um veðrið, sum vísti seg frá øllum síðum við sól, regni og stormi. Av tí at røðin ikki fer av bakkastokki fyrr enn í mars næsta ár er ikki møguligt at gera føroyska partin lidnan fyrr enn í evstu løtu. Turid Rogne sigur, at verða boringarnar hjá Hess í juli væleydnaðar ella tað gongur hinvegin, so vil tað sjálvandi eisini hava ávirkan á føroyska partin. Undir øllum umstøðum verða Føroyar sum eitt jomfrúuligt oljuøki av stórum týdningi fyri filmin skilst.