Hendan greinin er skrivað í samstarvi við Filmshúsið – Sosialurin 18. juli
Maria Winther Olsen gjørdist í juni útbúgvin heimildarleikstjóri á Danska Filmsskúlanum í Keypmannahavn, har hon hevur lisið seinastu fýra árini. Hon hevur leingi verið virkin innan film og hevur m.a. gjørt ungdómssendirøðina ”Sært tú meg” fyri Kringvarp Føroya og stuttfilmin ”Halt um meg”, sum vann Geytan í ár.
Hin 21. juni varð endafilmurin hjá Maria Winther Olsen “Vælkomin Heim” sýndur á Den Danske Filmskole. Uttanfyri filmskúlan var okkurt til góman, sólin skein og nógv fólk vóru komin fyri at síggja tær lidnu verkætlanirnar, sum teir 48 næmingarnir høvdu gjørt.
Ein kendi á huglagnum á fólki, at okkurt stórt fór at henda, tí tað var ikki bara hitin og sólin, ið gav fólki reyðar kjálkar, men tað var eitt endaligt punktum, sum var áveg.
Teir seinastu mánaðirnar høvdu 48 næmingar á filmskúlanum gjørt sítt fyri, at teirra seinasta verkætlan skuldi vera klár til fjøldina av fólki, sum vóru til reiðar at síggja teirra filmverkætlanir. Ein av teimum var Maria Winther Olsen, sum hevur lokið prógv sum heimildarfilmsleiktsjóri.
LES EISINI: Filmur um ung á Oyrasundi: – Tey góvu mær hugin aftur at gera film
Havnadama við stóra H
Spyr ein Mariu, hvussu hon vil lýsa seg, so er hon havnardama við stóra H. Hon er uppvoksin bæði í Føroyum og í Danmark, er mamma og filmsleikstjóri. Áhugi hennara innan film byrjaði, tá Maria var yngri – og tað kom ikki av ongum:
– Í byrjanuni vildi eg gera sjónvarp, men sum 14 ára gomul fann eg útav, at eg vildi vera filmsleikstjóri. Tískil fór eg á ungdómsfilmskúlan Station Next sum 16 ára gomul, og síðani tá hevur áhugin ment seg, fortelur hon.
– Men áhugin er ikki komin av ongum, og eg kann ikki tosa um hetta uttan at nevna pápa mín (red. Per Zachariassen). Hann vísti mær miðlaheimin, tí hann arbeiðir við sjónvarpssendingum, so tað er har mín áhugi byrjaði. Mann verður helst hugkveiktur av teimum, sum mann hevur um seg, sum er stuttligt, tí í dag síggi eg tað sama mynstrið við soni mínum, sigur Maria Winther Olsen.
##med2##
Maria fann sítt listarliga heim
Hóast hon ynskti at arbeiða við filmi á ungum aldri, so var tað ikki fyrr enn í 2020, at ein hurð til heimildarfilmsheimin lat upp og kveikti áhugan.
– Í 2020 var eitt skeið í Filmshúsinum, sum æt “Tað persónliga myndamálið”, sum danski leikstjórin Arne Bro stóð fyri saman við konu sínu Lotte Mik-Meyer, filmfotografur. Skeiðið snúði seg um at finna sítt egna myndamál og vardi í fimm dagar. Um hetta mundið hevði eg eina fína karrieru, men teir fimm dagarnir blivu eitt slag av einum vendipunkti hjá mær. Eg havi altíð stríðst við tær strømmu rammurnar í fiktiónsheiminum, men skeiðið vísti mær, at eg havi lov til at vera úrtøkilig og arbeiða við stemningi, og ikki einans í leiklistafrøði. Tískil fekk eg eina kenslu av, at eg fann mítt listarliga heim.
Ein hurð lat upp
Aftaná skeiðið í Filmshúsinum hugsaði Maria: “Hvar kann eg fáa meira av hesum?”, og tá fór hon inn á heimasíðuna hjá Den Danske Filmskole at lesa um útbúgvingina. Hon fann útav, at filmskúlin hevði upptøkuroyndir árið eftir.
– Eg helt tað vera ørt at søkja inn á skúlan sum heimildarfilmsleikstjóri, men eg vildi gjarna prøva. Hóast eg ikki hevði nógvar royndir við heimildarfilmum tá, hevði eg m.a. gjørt ungdómsrøðina Has#tag fyri Kringvarpið – men tað var ikki ein listarlig verkætlan. Tó valdi eg at søkja inn á skúlan við einum parti úr røðini og við mínum fiktiónsfilmi “Ver her”, sum eg júst hevði gjørt tá.
– Eg gitti ikki, at eg fór at sleppa inn, tá ið eg søkti, men okkurt við tí kendist rætt fyri meg.
Seinni fekk Maria ein teldupost um, at hon var sloppin víðari til eina samrøðu. Hon fór tí niður á verkskeið, sum var ein upptøkuroynd, og sum vardi tríggjar dagar.
– Tað var her, at mín kensla hvønn dag bleiv váttað, tí eg helt tað vera so feitt. Eitt, sum er gott við upptøkuroyndum, er, at ein kann føla eftir, um skúlin er nakað fyri ein, tí tað er ikki bara skúlin, sum skal føla eftir, um ein passar inn. Ein skal finna útav, um ein hevur hug til at brúka fýra ár í skúlanum, og hjá mær var eingin ivi.
Hevur áður søkt inn á skúlan
Hetta var ikki fyrstu ferð, Maria Winther Olsen søkti inn á filmskúlan. Í 2015 søkti hon inn, tá sum fiktiónsleiktjóri, einans 22 ára gomul.
– Tilgongdin at søkja tá var drúgvari og við fleiri liðum, so tað tók eitt hálvt ár frá umsóknin varð send, til eitt endaligt svar kom.
– At vera millum 12 tey síðstu og ikki sleppa inn, kendist tá sum, at øll verðin brast, tí tað merkti nógv fyri meg at sleppa inn á skúlan tá. Tískil føldi eg meg klára og eldri, hesa ferð eg søkti. Eg kundi væl liva av tí, sum eg longu gjørdi, og ikki hevði tørv á at sleppa inn – men eg vildi vegna útvikling. Tá eg so ein týsmorgun fekk eini boð um, at eg var sloppin inn á skúlan, var tað sera stórt fyri meg.
Tíðin á filmskúlanum var ikki bara ljósareyð
Einans seks næmingar eru í hvørjum flokki á Danska Filmskúlanum. At byrja við gleddist Maria um at vera í einum lítlum flokki, har hon kann føla seg serstaka. Men hon hevði ikki tikið hædd fyri, at tað eisini kundi vera torført.
– Samanhaldið í flokkinum var ikki gott, og mann føldi væl, at vit høvdu ikki valt hvønn annan, og vit høvdu heldur ikki møguleikan at velja onnur. Vit skuldu eisini brúka nógva tíð saman tey fyrstu tvey árini. Av tí, at vit ikki riggaðu saman, so bleiv tað ikki stuttligt at ganga í skúla, tí hjá okkum var dynamikkurin ikki góður – og nakað sum kundi gera skúlagongdina óbehagiliga.
##med3##
– Eg umhugsaði at gevast við útbúgvingini
Maria Winther Olsen greiðir víðari frá:
– Eitt er at ganga í einum flokki saman við fimm øðrum, sum hvør í sínum lag hava egnar avbjóðingar at stríðast við, ið síðani kunnu bresta saman við tí, ein sjálvur stríðist við. Men tað størsta var, at missa viðkomandi, sum var orsøkin til, at eg valdi at fara undir útbúgvingina. Aftaná eitt ár á filmskúlanum, fór Arne Bro úr starvið, sum onkursvegna tók teppið undan mær, tí hví var eg har, tá ið hann ikki var har longur? Kanska tað var eitt tunt grundarlag hjá mær at ganga á skúlanum, men tá ið tað sosiala ikki var til staðar, og orsøkin til, at mann verður verandi, fer, hvat er so eftir?
Bleiv sjúkrameldað
Maria hevði tað trupult í eina tíð.
–Eg kempaði við at kenna meg heima í skúlanum. Eg havi tí havt ein fót heima í Føroyum og arbeitt nógv við síðuna av skúlanum. Men tá ein gongur í skúla fulla tíð, arbeiðir nógv og stríðist við ymiskt persónligt, so sigur kroppurin frá.
– Tá eg fór til læknan, ætlaði eg bara at fáa ein steðg í eina ella tvær vikur, men tá hon vildi sjúkramelda meg í nakrar mánaðir, skilti eg brádliga, hvussu hart alt hevði tikið uppá meg, fortelur Maria Winther Olsen.
– Eftir nakrar mánaðir vórðu vit samdar um, at eg skuldi byrja við at ganga í skúla hálva tíð. Hendan tíðin gav mær stundir at merkja meg sjálva og taka endaliga støðu til, um eg skuldi gera útbúgvingina lidna. Um hetta mundið fóru vit undir at samstarva við hinar leiðirnar. Hetta gav mær hugin at fullgera útbúgvingina.
– Í dag eri eg eisini glað fyri, at vit í mínum flokki kunnu flenna eftir, hvussu vánaligur dynamikkurin hjá okkum var.
Trýst á
Maria hevur lagt merki til, at Den Danske Filmskole ikki er ein skúli, ið er lættur hjá teimum, sum eru sjúkrameldað ella foreldur.
– Undirvísingin var eisini um vikuskiftini og á heiligdøgum. Og misti tú undirvísingina, so kundi tú ikki fáa hana aftur, tí tú kundi ikki taka eina lestrarhálvu aftur, sum tú kanst aðrastaðni, fortelur hon.
– Men at blíva sjúkrameldaður á filmskúlanum er ikki óhoyrt, og hetta kemst av, at støðið og trýstið er so mikið høgt, og ein er útvaldur. Tað, at fólk eru útvald ger, at ein setur spurnartekin við, um ein er góður nokk til at vera har, og slíkir spurningar kunnu elva til trýst og sjúkramelding.
Tung, men lærurík tíð
Maria er glað fyri, at hon helt fram á skúlanum og kláraði tað.
– Hóast tíðin var tung, so var hon eisini lærurík. Eg havi lært nógv um meg sjálva, og havi millum annað lært at standa við mína egnu filmisku rødd, sigur hon.
– Eisini eri eg vorðin ein betri listarligur leiðari, og havi lært týdningin av at arbeiða við einum góðum filmsliði.
##med4##
– Eg gerist syrgin, tá eg ikki eri skapandi
Í 2013 tók Maria avgerð um at fara undir útbúgving á Roskilde Universitet, men fann skjótt útav, at henni tørvaði at vera skapandi og ikki velja ta tryggu leiðuna.
– Eg helt út í eitt hálvt ár á universitetinum. Eg føldi á mær sjálvari, at eg bleiv syrgin av ikki at vera eitt skapandi menniskja. Av tí orsøk gjørdi eg av at steðga. Tí mítt kall í lívinum er at arbeiða í filmsvinnuni, hóast tað kann vera ótrygt, og ikki nógvir pengar fylgja við tí.
– Tó hevur tað givið mær frið, at eg havi roynt at gingið á universitetinum og tikið tað “trygga” og “skilagóða” valið, og síðani funnið útav, at tað ikki var nakað fyri meg. Men at hava eina heimildarfilmsleikstjóra-útbúgving er ikki ein ótryggur vegur at fara í lívinum, tí mann kann nógv. Tildømis kann eg gera heimildar- og fiktiónsfilmar, gera sendingar og lýsingar fyri miðlar og undirvísa, so eg havi enn nógvar møguleikar.
Myndir: Sophus Wolf