Høvdu kynsliga samlegu við 140 km. um tíman

Týska løgreglan sigur, at bilførarin nú kann rokna við at verða rættarfylgdur orsakað av vandamiklari koyring á motorvegnum

Løgreglan í Münster í Týsklandi noyddist um dagarnar at steðga einum bilførara, sum var til vanda fyri onnur í ferðsluni.

 

Hetta hendi, eftir at løgreglan hevði fingið eina fráboðan, sum var eitt sindur øðrvísi enn vanligt er at hoyra í ferðsluhøpi - ikki minst á motorvegnum.

 

Fráboðarin segði, at tað var eitt par í bilinum, sum koyrdi umleið 140 km. um tíman, og tað vísti seg, at tey høvdu kynslliga samlegu undir biltúrinum.

Parið hevði ikki eyguni nóg væl eftir ferðsluni, og eftir motorvegnum hesa løtu stóðust fleiri vandamiklar støður.

 

Í tíðindaskrivi, sum løgreglan í Münster hevur sent út, verður sagt, at bilurin, sum parið koyrdi í, var ávegis móti Dortmund, og hendingin fór fram hin 3. november.

 

Sambært vitninum, sum sá bilin og eisini hevði sæð, hvat gekk fyri seg, koyrdi bilurin 140 km. um tíman - og var fleiri ferðir við at fara út av vegnum.

 

Ta einu ferðina var bilurin so langt úti í síðuni á motorvegnum, at ein lastbilur noyddist at koyra út í vegøkslina fyri at umgangast samanstoyt.

 

Vitnið hevur sagt løgregluni, at tá hann koyrdi framvið bilinum, sum parið koyrdi í, høvdu tey kynsliga samlegu, samstundis sum førarin tá koyrdi 140 km. um tíman.

 

Tá setti vitnið seg í samband við løgregluna, sum steðgaði bilinum við eina bensinstøð nærindis. Í bilinum var ein 37 ára gamal maður og ein 33 ára gomul kvinna.

 

Týska løgreglan sigur í tíðindaskrivi, at bilførarin nú kann rokna við at verða rættarfylgdur orsakað av vandamiklari koyring í ferðsluni.

 

Hetta veit www.tv2.no at siga í kvøld, og tey endurgeva eitt nú tað, sum týska løgreglan sigur í tíðindaskrivinum um hendingina á motorvegnum.