Landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í TSV St. Otmar St. Gallen spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu sveisisku hondbóltsdeildini móti Pfadi Winterthur.
Pfadi Winterthur vann ein greiðan 35-28 sigur á St. Gallen. Í steðginum var heimaliðið á odda 22-16.
Sasja bjargaði seks av 22 málroyndum (28 prosent), meðan kappingarneytin, svenski Andreas Björkman bert bjargaði tveimum av 18 málroyndum (12 prosent).
Talan var um annan ósigurin á rað hjá St. Gallen, ið er nummar fimm í deildini við 12 stigum. Langt fremst er Kadetten Schaffhausen, ið hevur 24 stig fyri 12 dystir.
Leygardagin klokkan 17 spælir St. Gallen dyst á útivølli í steypakappingini. Dysturin verður móti Wacker Thun. Vinnur St. Gallen dystin hava teir tryggjað sær pláss í fjórðingsfinalunum.











