Landsstýrið fer nú at fremja sparingar innan tað almenna, og byrjað verður í toppinum, so sum formaðurin í nýskipanarnevndini , Ben Arabo, eisini mælti til.
Og tað verður við at skerja aðalráðini – ella í øllum førum landsstýrisfólkini – úr níggju niður í seks.
Vit hava roynt at fáa løgmann at vátta tíðindini, men hann hevur ikki svarað, hóast hann hevur fingið fyrispurningin. Men vælvitandi keldur siga, at hetta er avtalað millum teir tríggjar flokkarnar, at tey skulu av við eitt landsstýrisfólk í part.
Hjá Framsókn verður tað uttan iva Bjarni Kárason Petersen, sum fer frá, tí alternativið er floksforkvinnan og fíggjarmálaráðafrúan Ruth Vang. Hon fer neyvan úr starvi.
Hjá Tjóðveldi stendur valið millum Eirik í Jákupsstovu og Jóhan Christiansen. Tað verður ikki Sirið Stenberg, sum er forkvinna í flokkinum og landsstýriskvinna í Vinnu- og uttanríkismálum.
Hjá Javnaðarflokkinum verður tað so ein av teimum trimum, Djóni Nolsøe Joensen, Margit Stórá ella Súsanna Bertholdsen, sum skal úr starvi.
Vit hava roynt at fingið viðmerkingar frá fleiri fólkum, men eingin er at hitta. Tí vita vit ikki reiðiliga, hvør ætlanin er. Um ætlanin bara er at minka talið av landsstýrisfólkum, ella um ætlanin eisini er at niðurleggja trý aðalráð.












