Siga farvæl ímóti Íslandi

Tað verður við heimadysti ímóti Íslandi, at kvinnulandsliðið í hondbólti fer at leggja síðst hond á fyrireikingarnar, áðrenn tær fara til Týsklands at vera við í HM endaspælinum

Nú er tað greitt, hvørjar tær 18 vera, sum fara at umboða Føroyar í HM endaspælinum í kvinnuhondbólti, sum verður síðst í hesum mánaðinum í Týsklandi og í Niðurlondum. Føroyska liðið fer í innleiðandi umfarinum at spæla í Trier í Týsklandi.

 

Av teimum 18 spælarunum, sum hava fingið landsliðsboð, eru 12, sum umboða útlendsk feløg, og so eru tað seks spælarar, sum eru í føroyskum feløgum.

 

Hondbóltslandsliðið skrivar soleiðis í dag:

 

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í HM-endaspælinum í Týsklandi og Niðurlondum.

 

Málverjar:

 

Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)

 

Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

 

Gylta á Neystabø, Kyndil

 

Vengur:

 

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF

 

Karin Egholm, H71

 

Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)

 

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71

 

Strikur:

 

Pernille Brandenborg, Storhamar (NOR)

 

Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

 

Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)

 

Bakkar:

 

Elsa Egholm, Ajax København (DEN)

 

Jana Mittún, Viborg HK (DEN)

 

Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)

 

Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)

 

Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)

 

Marita Mortensen, HØJ (DEN)

 

Marianna Geirsdóttir Eystberg BK Ydun (DEN)

 

Maria Halsdóttir Weyhe, H71

 

Av hesum 18 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.

 

Føroyska liðið savnast aftur tann 17. november til venjingar í Føroyum. Leygardagin 22. november kl. 19.00 spæla okkara vinadyst móti Íslandi Við Tjarnir. Atgongumerki til dystin fáast til keyps her:

 

Við Tjarnir – Landsdystur – Tiltak

 

Mánadagin 24. nov. ferðast liðið til Trier í Týsklandi, hareftir leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

 

Mikudagin 26. nov kl. 19.30 Montenegro – Føroyar

 

Fríggjadagin 28. nov kl. 19.30 Spania – Føroyar

 

Sunnudagin 30. nov kl. 14.30 Føroyar – Paraguay

 

Tíðirnar eru føroyskar.