U21: Trupul men spennandi uppgáva móti Fraklandi

U21-landsliðsvenjarin, Ólavur Mikkelsen hevur tikið út 20 mans til dystirnar móti Ungarn og Frankaríki, sum eru á skránni seinni í mánaðinum

FSF skrivar:

 

Hósdagin í komandi viku skal føroyska U21 landsliðið fyri fyrstu ferð spæla venjingardyst móti øðrum landi, tá Ungarn tekur ímóti á Új Hidegkuti Nándor Stadium í Budapest.

 

Men venjingardysturin ímóti ungarum er samstundis góð fyrireiking til EM undankappingardystin móti Frankaríki, sum er á skránni fýra dagar seinni, mánadagin 17. novembur.

 

Ólavur Mikkelsen stendur á odda fyri føroyska U21 liðnum, og fyrrapartin mánadagin kunngjørdi hann teir 20, ið eru boðsendir til komandi uppgávur.

 

Og samanborið við hópin seinast, hevur venjarin gjørt tríggjar broytingar. Jóhan Josephsen er skaddur, meðan Aron Benjaminsen og Dávid Reynheim hesaferð eru úttiknir til U19-landsliðið. Skrivar FSF. 

 

Hópurin

Rasmus Olsen, FC Suðuroy (málverji)

Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur (málverji)

Aron Reinert Hansen, B68 Toftir

Jákup Norðoy Vilhelmsen, B68 Toftir

Ingi Arngrímsson, Víkingur

Jónas Prior, 07 Vestur

Virgar Jónsson, EB/Streymur

Marjus Nón, B68 Toftir

Bjarti Thorleifsson, Skála

Torkil Úlvur Holm, TB Tvøroyri

Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn

Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki)

Árni Nóa Atlason, Egersunds IK (Noreg)

Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

Heini Sørensen, HB Tórshavn

Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn

Hanus Højgaard, B68 Toftir

Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)

Djóni Samuelsen, B68 Toftir

Thomas Bjørn Miezan, EB/Streymur