Wealdstone FC. Soleiðis eitur mótstøðuliðið hjá David Geza Turi og hinum í Grimsby í øðrum umfarinum í FA Cup kappingini.
Talan er um eitt lið úr fimtubestu deildini, og tí er talan um eitt gott lutakast hjá Grimsby.
6. desember tekur Grimsby móti Wealdstone á heimavølli. Eydnast tað Geza og liðfeløgunum at vinna seg víðari til 3. umfar í FA Cup kappingini, so er góður møguleiki fyri, at teir møta einum liði úr Premier League.
Triðja umfarið í FA Cup kappingini verður leikt annað vikuskiftið í januar.










