Hóast bygnaðarbroytingarnar hjá Finn Normann Christensen miðskeiðis í nítiárunum mælti til 6 aðalráð og 6 landsstýrisfólk við løgmanni, so hevur einki landsstýri síðani tá verið mannað við seks fólkum. Øll hava havt fleiri fólk.
Seinasta landsstýrið við 6 landsstýrisfólkum var tað hjá Maritu Petersen frá 24. apríl í 1993. Tá valdi Løgtingið Maritu Petersen til løgmann – hon umsat uttanlandsmál og løgmál.
Tey fimm landsstýrisfólkini hjá henni vóru:
Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldi, varaløgmaður, - Fíggjar- og búskaparmál
Thomas Arabo úr Javnaðarflokkinum - Fiskivinnu- og ídnaðarmál
Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum - Almanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmál
Signar Hansen (á Brúnni) úr Tjóðveldi - Umhvørvis-, orku- og kommunumál
Bergur Jacobsen úr Sjálvstýrisflokkinum - Mentanar-, skúla- og norðurlandamál
Marita Petersen var løgmaður í tveimum landsstýrinum, og báðu ferðina var tað við 6 landsstýrisfólkum við løgmanni.
Hon gjørdist løgmaður 18. januar í 1993, tá landsstýrið varð umskipað í sambandi við, at Atli P. Dam legði frá sær sum løgmaður og fór aftur í Løgtingið. Tá varð Marita Petersen vald til løgmann, meðan hini landsstýrisfólkini hildu fram. Tað landsstýrið var mannað soleiðis:
Marita Petersen, løgm., jv. - Uttanríkismál
Jógvan Sundstein, Fólkaflokkurin, vløgm., ff. - Fíggjar- og kommunumál
Thomas Arabo, Javnaðarflokkurin - Ídnaðar- og skúlamál
Jóannes Eidesgaard, Javnaðarflokkurin - Almanna-, heilsu-, arbeiðsmarknaðar- og mentanarmál
Svend Aage Ellefsen, Fólkaflokkurin - Samferðslu, orku- og umhvørvismál
John Petersen, Fólkaflokkurin - Fiskivinnu- og landbúnaðarmál
Samgongan millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, sum varð skipað 15. januar í 1991, slitnaði í apríl í 1993, og tá skipaði Marita Petersen nýggja samgongu saman við Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.











