Kunning frá P/F Suðuroyartunlinum:
Linjuføringin úr Traðardali til Sandvíkar er væl longri, og tað viðførir, at tað má borast úr Skúvoy eisini. Metingarnar siga, at tað kostar 700-1.000 mió.kr. meira enn ein tunnil úr Djúpadali. Møguleiki er at spara uppá havn og byggipláss í Skúvoy, men við tí økist váðin í verkætlanini, og tað kann ikki viðmælast í eini so stórari verkætlan.
Við vegagerðini á Sandi vil ferðslutrygdina gerast betri, og verkætlanin kemur ikki at ávirka veltuna, tí vegurin eftir Sandarfløtti verður varðveittur, sum hann er.
Avgerðarskjalið
P/F Suðuroyartunnilin fekk í juli 2025 eina uppgávu frá øllum politisku flokkunum. Uppgávan var at kanna tvær tunnilslinjur til politiska støðutakan
- Sandvík – Djúpadalur, við vegaføring til Sands Líð, tunnil gjøgnum Sands Líð og vegaføring gjøgnum Sands bygd, sum verður bundin í landsvegin norðanfyri Meginskúlan.
- Sandvík – Traðardalur, við vegaføring til landsvegin við Meginskúlan
Báðar linjuføringar skulu hava samband til Skúvoynna, og mett var, at tað fyri linjuføring 2 er ein fyritreyt at arbeiða úr Skúvoy.
P/F Suðuroyartunnilin hevur út frá hesum, saman við serfrøðingum, teknað uppskotini upp, so tey bera til geometriskt, m.a. at tunnilin kemur nóg langt niður undir havbotnin og samstundis ikki er brattari enn myndugleikakrøvini loyva. Hartil er mett um kostnað, umhvørvi og trygd v.m. uttan at tilmæla nakað av uppskotunum.
3. Parts dygdarmeting
Fyri at dygdartryggja arbeiðið hevur P/F Suðuroyartunnilin, eftir avtalu við politisku flokkarnar, fingið tveir 3. Parts serfrøðingar/feløg at viðmerkja tilfarið, og síðani hevur P/F Suðuroyartunnilin innarbeitt stóran part av viðmerkingunum í avgerðarnotatið til politisku flokkarnar og annars noterað sær aðrar viðmerkingar, sum fokusøki í liðugtprosjekteringini, sum er næsta fasa í fyrireikingini av verkætlanini. Dygdarskjølini eru almannakunngjørd við øllum viðmerkingum, hóast hædd er tikin fyri hesum í avgerðarnotatinum, sum er liðugt skrivað eftir at dygdarmetingin er gjørd.
Arbeiði úr Skúvoy
Arbeiðast kann úr Skúvoy í báðum linjuføringunum 1 og 2. Tvs, at møguligar tíðarsparingar kunnu fáast í báðum linjuføringum, um tað verður mett skilagott við byggiplássi og havn í Skúvoy.
Uppskotið um at arbeiða úr Skúvoy verður mett av P/F Suðuroyartunlinum og tess ráðgevum at vera avbjóðandi við stórum váðum um spart verður uppá fyrireiking av havn og byggiplássi. Hetta orsaka av farvatni og at oyggin er ein útoyggj uttan vegasamband, streymveiting, tilbúgving v.m.
##med2##
Skúvoy
Roynd fakfólk hava gjørt uppskot til neyðugt byggipláss og fyribils havn, sum gerst rímiliga umfatandi, um loysnin skal vera forsvarlig til eina so stóra og avbjóðandi verkætlan. Hetta tilfarið er eisini gjøgnumgingið av fólkum við drúgvum royndum innan tunnilsgerð og stórum byggiverkætlanum.
Uppskot til fyribilskai og byggipláss í Skúvoy
Loysnin er eisini viðkvom tí óvist er nær tað slepst í gongd í oynni, tí havnabyggingin verður mett at taka tvey summur. Um tað t.d. ikki slepst í gongd fyrsta summarið, verður atkoman til byggingina úr Skúvoy útsett, og tíðarfyrimunurin gerst minni ella dettur burtur.
Tann eini 3. parturin metir, at eykakostnaðurin við at bora úr Skúvoy kann minkast úr umleið 600 mió. kr. niður í 500 mió. kr. og at tað kann optimerast enn meira við t.d.:
- - at gera grótbrot til havnabygging
- - at lata fyribils havnina liggja, eftir at arbeiðið er liðugt.
Í avgerðarnotatinum er lagt til grund, at loyvi fæst frá myndugleikunum til inntrivið í Skúvoy.
##med3##
Uppskot til fyribilskai og byggipláss í Skúvoy
Loysnin er eisini viðkvom tí óvist er nær tað slepst í gongd í oynni, tí havnabyggingin verður mett at taka tvey summur. Um tað t.d. ikki slepst í gongd fyrsta summarið, verður atkoman til byggingina úr Skúvoy útsett, og tíðarfyrimunurin gerst minni ella dettur burtur.
Tann eini 3. parturin metir, at eykakostnaðurin við at bora úr Skúvoy kann minkast úr umleið 600 mió. kr. niður í 500 mió. kr. og at tað kann optimerast enn meira við t.d.:
- - at gera grótbrot til havnabygging
- - at lata fyribils havnina liggja, eftir at arbeiðið er liðugt.
Í avgerðarnotatinum er lagt til grund, at loyvi fæst frá myndugleikunum til inntrivið í Skúvoy.
Vegaføring á Sandi við linjuføring 1
Uppskoti til vegaloysnina á Sandi verður mett væl tryggari enn verandi vegur, har ferðslan annars fer at økjast við tíðini, nú fast samband er til Sandoynna. Ferðslan í Suðuroyartunlinum er mett til umleið 1400 bilar um døgnið. Til samanberingar koyra umleið 4.500 bilar framvið Norðasta Hornið gerandisdagar. Nýggja vegaføringin beinir ferðsluna burtur frá húsum í mun til í dag.
##med4##
Uppskot til vegaføring millum býlingarnar á Sandi
Verandi vegur frá bygdini til Meginskúlan verður broyttur til 50 km/t bygdarveg uttan gjøgnumkoyrandi ferðslu, so børn kunnu ganga/súkkla í skúla uttan at skula út á landsveg. Í dag er øll ferðslan frá Sandoyatunlinum til Sands og eysturbygdirnar eftir hesum vegi.
Vegurin frá vestaru rundkoyringini norður um meginskúlan verður lagdur í ein geira, sum áður er lagdur av til endamálið av Landsverki.
Í sambandi við vegaføringina á Sandi, er í høvuðsheitum talan um tvær rundkoyringar hvørjumegin sandin.
Vegurin fram við veltunum verður órørdur 50 km/t vegur, men skotið er upp, at gera eina gongu/súkklubreyt millum býlingarnar í samráð við kommununa.
Bygdarvegirnir verða allir førdir í rundkoyringarnar, og gjøgnumkoyrandi ferðsla verður ikki millum hús, sum partvís er galdandi í dag.
Grótkoyring
Ætlanin er ikki at koyra grót frá tunlinum gjøgnum Sands bygd í linjuføring 1 (Djúpadalur- Sandvík).
Um linjuføring 2 verður vald, verður mett neyðugt at sigla grót av Sandi til havnabygging í Skúvoy, og tá er neyðugt at koyra munandi nøgdir oman til havnina á Sandi. Alternativt má gerast eitt grótbrot í Skúvoy.
Umhvørvið
Í linjuføring 1 (Djúpadalur-Sandvík) verður byggiplássið í Djúpadali uml. 0,5km frá Stóravatni og tætt við streymasjógv. Djúpidalur er í dag landbúnaðarøki.
Vegurin frá Djúpadali niðan til Líðarenda má dagførast, men verður í høvuðsheitum lagdur í økið, sum frammanundan er ávirkað av verandi vegi.
Vegurin eftir Sandarfløtti verður so gott sum óbroyttur.
Vegurin niðanfyri Todnes verður lagdur í ein geira, sum áður er lagdur av til landsveg av Landsverki.
Í linjuføring 2 (Traðardalur-Sandvík) verður talan um eitt byggipláss millum Múlan og Meginskúlan, beint við síðuna av Sandsvatni, og eitt byggipláss í Skúvoy millum ánna í bygdini og kirkjugarðin.
Umhvørvisárinskanning verður gjørd í løtuni, so atlit so vítt gjørligt kunnu takast til umhvørvið, líkamikið hvørja loysn talan er um.
Kostnaður og tíð
Síðani forprosjektið var liðugt í desember í 2023, er samlaða verkætlanin økt í vavi. Talan er um íbinding í Skúvoy, vegaloysn á Sandoynni og trygdarrúmum. Harafturat er kostnaðurin prístalsviðgjørdur, so talan er um dagsins pening.
Metingarnar hjá P/F Suðuroyartunlinum og teirra serfrøðingum fyri kostnað, byggitíð og longd í avgerðarnotatinum eftir at 3. part viðmerkingar eru viðgjørdar, eru:
##med5##
Talvan vísir, at samlaði meirkostnaðurin í avgerðarnotatinum millum linjuføring 1 og 2 er 1.070 mió.kr. Ein orsøk er, at linjuføring 2B (Traðardalur-Sandvík) er umleið 3,6 km longur enn
linjuføring 1 A (Djúpadalur-Sandvík). Til samanberingar kann nevnast, at Vágatunnilin er 4,9 km langur.
Um linjuføring 2B verður vald og um
- - landsvegurin til eysturbygdirnar ikki verður gjørdur, verður meirkostnaðurin 840 mió.kr.
- - og um fyribils havnin í Skúvoy ikki verður burturbeind, verður meirkostnaðurin 712 mió. kr
3. Parts meting av kostnaðinum
Samanborið við kostnaðarmetingina hjá P/F Suðuroyartunlinum omanfyri, hevur 3.partur eisini mett um kostnaðin.
Meting hjá 3 parti
Linjuføring 1A
(Djúpadalur-Sandvík)
Kostnaður 4,914 mió. kr
Linjuføring 2B (Traðardalur-Sandvík) Munur
6,072 mió. kr 1.158 mió. kr
Fyri linjuføring 1A (Djúpadalur-Sandvík) er metingin 4,914 mió. kr., sum er 39 mió. kr. meir enn metingin hjá P/F Suðuroyartunlinum. Metingin hjá 3 parti fyri linjuføring 2B (Traðardalur- Sandvík) er 6,072 mió. kr., sum er 127 mió kr. meiri, í mun til metingina hjá P/F Suðuroyartunlinum.
Sostatt liggja metingarnar 1-2% omanfyri metingarnar hjá P/F Suðuroyartunlinum.
Samanumtikið
Tað er upp til politisku skipanina at taka støðu til linjuføring.
Byggitíð verður spard við at byggja úr Skúvoy, fyri bæði linjuføring 1B (Sandvík- Djúpidalur og linjuføring 2B (Traðardalur- Sandvík). Tó er óvist, hvussu langa tíð tað tekur, at fáa øll umhvørvis loyvir til vega fyri at gera eitt byggipláss í einum Ramsar øki, sum Skúvoy er, og um loyvi fæst í heila tikið. Tí kann væntaða sparda tíðin, øll sum hon er, fella burtur um illa vil til.
Meirkostnaðurin fyri 2B í mun til 1A verður mettur til millum 700 -1.000 mio.kr alt eftir, hvussu nógv verður tikið við.
Ein umhvørvisárinskanning verður gjørd í løtuni. Linjuføring 1 hevur byggpláss í Djúpadali og í Sandvík, meðan linjuføring 2 hevur byggipláss við Múlan í Traðardali, í Skúvoy og í Sandvík.
Mint verður á, at øll verkætlanin avhongur av, at sjálvur Suðuroyartunnilin verður skotin trygt ígjøgnum.
Vinarliga vegna P/F Suðuroyartunnilin
Bergur Poulsen
Nevndarformaður
Teitur Samuelsen
Stjóri
Einar Brimnes
Verkætlanarleiðari















