Ígjár upprann løtan Jóannes Bjartalíð hevur longst eftir. Nevnliga at skjóta eitt mál fyri Fredrikstad í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist í heimadystinum hjá Fredrikstad móti Kristiansund. Jóannes legði Fredrikstad á odda við einum brotssparki, tá klokkan vísti 24 minuttir. Kristiansund javnaði sjey minuttir seinni. Við tveimum málum í seinna hálvleiki syrgdi Henrik Langaas Skogvold tó fyri, at Fredrikstad vann dystin 3-1.
Fredrikstad er nummar seks í deildini við 39 stigum. Fredrikstad hevur níggju stig upp til fjórða plássið, har Tromsø hevur 48 stig. Við bert trimum dystum eftir verður meir enn torført hjá Fredrikstad at vinna seg til Conference League undankappingina komandi summar.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Fredrikstad-Kristiansund 3-1 (1-1):
##med2##











