Piteå vann á toppliði á útivølli

Liðið hjá Áslu Johannesen hevur nú vunnið tríggjar dystir á rað

Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen spældi allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í Piteå stóðu fyri einum framúr góðum avriki í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Á útivølli eydnaðist tað Piteå at vinna 2-1 á toppliðnum, Malmö FF, ið var risastórur favorittur undan dystinum.

 

Malmö legði seg "planmessigt" á odda longu í triðja minutti av dystinum. Men tá ein hálvur tími var leiktur høvdu Selina Henriksson og Cecilia Edlund syrgt fyri, at Piteå var á odda 2-1. Heimaliðið hevði meira spæl, og væl fleiri málmøguleikar í dystinum, men tað eydnaðist Áslu og liðfeløgunum at halda tætt, og harvið vinna ein flottan sigur.

 

Piteå hevur nú vunnið tríggjar dystir á rað, og tær eru nú nummar níggju í deildini við 31 stigum, nú bert tvey umfør eru eftir at leika.

 

Komandi leygardag klokkan 13 leikar Piteå seinasta dystin á heimavølli hetta kappingarárið, tá Rosengård kemur á vitjan á LF-Arena vøllinum í Piteå.

 

Piteå endar kappingarárið á útivølli móti BK Häcken, ið má klára seg uttan Jóhonnu Fossdalsá Sørensen, ið sleit krossbandið í dysti móti AIK Stockholm 30. september. Tað er tó sannlíkt, at Jóhanna fær eitt gullheiðursmerkið, tí lið hennara er greitt oddalið í deildini við 58 stigum, nú bert tvey umfør eru eftir at leika. Hammarby er næstfremst við 54 stigum.