VIDEO: Ergiligt tap hjá Storhamar í Champions League

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Storhamar-Debrechen 28-30 (16-15)

Mynd: Storhamar

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar spældu sunnudagin dyst á heimavølli í bólki A í Champions League.

 

Ungarska liðið, Debrechen var á vitjan í OBOS høllini í Hamar. Stutt undan dystarenda var Storhamar á odda bæði 27-25 og 28-27, men seinastu minuttirnar steðgaði málskjótingin upp hjá Storhamar. Ístaðin megnaði Debrechen at skjóta trý mál seinastu løtuna, og harvið knógva ein 30-28 sigur á Storhamar. Í steðginum var Storhamar á odda 16-15.

 

Storhamar er nummar fimm í bólkinum við fýra stigum fyri seks dystir

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Pernille, ið skoraði trý mál í dystinum sæst brenna ein málmøguleika við 0:29 minuttir:

 

##med2##

 

Mynd: Storhamar