230 fólk lótu lív - nú leggur leiðarin í Valensia frá sær

Leiðarin í Valansia-regiónini í Spania, Carlos Mazón, hevur viðgingið, at mistøk vórðu gjørd undir handfaringini av deyðiliga floyminum, og nú leggur hann frá sær

Leiðarin í sponsku Valensia-regiónini, Carlos Mazón, leggur nú frá sær eftir harðar atfinningar og mótmælistiltøk.

 

Reuters veit at siga, at hetta hendir eftir handfaringina hjá umsitingini eftir herviiga vatnfloymin, sum rakti Valensia fyri stívliga einum ári síðan og sum kostaði fleiri enn 230 fólkum lívið.

 

Náttúruvanlukkan, sum hevur ført til stór mótmæli í sponsku regiónini, er ein av teimum størstu, sum hevur rakt landið í fleiri áratíggjur, har undirstøðukervi, bygningar og stór landaøkir lógu undir í vatni.

 

Atfinningarnar snúgva seg bæði um vantandi ávaringar um tað, sum fór at henda og handfaringina av vanlukkuni eftir herviliga floymin.

 

Leiðarin í Valensia-regiónini, Carlos Mazón, hevur viðgingið, at mistøk vórðu gjørd undir handfaringini av deyðiliga floyminum.

 

- Eg sýti ikki fyri, at mistøk eru gjørd í handfaringini, og eg vil fegin biðja um umbering fyri, at hjálpin ikki kom - ella ikki var nóg mikil, segði leiðarin eftir náttúruvanlukkuna í oktober í fjør.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Carlos Mazón, sum er leiðari í sponsku Valensia-regiónini leggur nú frá sær eftir stórt trýst