Tað hevur ljóðað í eina tíð, og nú er tað staðfest.
Jóannes Bjartalíð gevst nú á nýggjárinum í norska Fredrikstad.
Tað boðar felagið frá í dag. Felagið sigur soleiðis:
Etter tre innholdsrike år i Fredrikstad er eventyret i Plankebyen snart over for Joannes Bjartalid
Den færøyske spilleren blir ikke med videre etter kontrakten hans utløper ved nyttår.
Soleiðis skrivar felagið, sum ikki hevur bjóðað Jóannesi Bjartalíð nýggjan sáttmála.
Tað skilst eisini, at Jóannes Bjartalíð hevur verið áhugaður í at royna seg í øðrum felag. Um tað verður í Norra, í Danmark ella kanska í einum triðja landi er ikki greitt enn.
Tað var eftir, at KÍ í 2022 vann FM við 77 stigum, sum framvegis er met, at Jóannes Bjartalíð bað barndómsfelagnum farvæl og flutti til Fredrikstad. Tað gjørdi hann, eftir at KÍ venjarin øll árini, sum Jóannes var á besta liðnum í Klaksvík, hevði skrivað undir við Frederikstad.
Mikkjal Thomassen og Jóannes Bjartalíð samstarvaðu í Fredrikstad fram til mitt í juli í 2024, og nú gevst Jóannes Bjartalíð í norska felagnum.











