Møguleiki er framvegis fyri at Føroyar fara at vinna seg í HM endaspælið, sum næsta summar verður í USA, Kanada og Meksiko. Møguleikin er lítil, men hann er ikki eingin, og tí er tað serligur áhugi fyri ferðini til Kroatia.
Tað segði Eyðun Klakstein landsliðsvenjari, tá ið hann á tíðindafundi í FSF húsinum boðaði frá, hvørjum 23 spælarum hann hevur sent boð eftir at vera við á síðstu landsliðsferðini í ár.
Treytin fyri kvalifikatiónini er, at Føroyar vinna í Kroatia, og at Gibraltar samstundis vinnur ímóti Kekkia.
-Vit iðra okkum framvegis um okkurt úrslitið fyrr í ár, men vit fáa einki gjørt við tað, at vit í síðsta sekundi mistu javnleikin ímóti Montenegro. Avrikini síðstu tíðina hava verið góð á heimavølli. Tað hevur vakt ans, og fleiri altjóða miðlar hava kontaktað okkum. Eitt nú The Times og New York Times, og tað vekir uppaftur meiri ans, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.
Heilt nýggjur í landsliðshópinum er HB spælarin Ási P. Dam, sum áður hevur spælt níggju ferðir á U-21 landsliðnum. Hann avloysir Jóannes K. Danielsen, sum er leikbannaður.
Merkisvert er tað, at liðformaðurin Hallur Hansson ikki er á listanum. Hann er so mikið skaddur í knænum, at hann ikki er førur fyri at spæla á landsliðnum.
René Shaki Joensen, Noah Mnenéy og Arnbjørn Svensson eru aftur á landsliðnum., og Jóannes K. Danielsen og Samuel Johansen Chukwudi og Brandur H. Olsen eru skaddir.
Síðsti HM undankappingardysturin verður fríggjadagin 14. november í Kroatia. Týsdagin 18. november verður ársins síðsti landsdystur. Tá verður vinadystur ímóti Kasakstan í Kroatia.
##med2##












