Ársins spælarar og ársins stjørnuskot hjá B36: Rói Hansen, Bogi Reinert-Petersen, Sigga Smæra Næs og Sigrið Hansdóttir

B36 hevur kosið árins stjørnuskot og ársins spælarar

Á ársveitsluni hjá B36 leygarkvøldið vóru sum vant ársins stjørnuskot, ársins spælarar og ársins áskoðari heiðraði.

Ársins spælarar og ársins stjørnuskot hjá B36: Rói Hansen, Bogi Reinert-Petersen, Sigga Smæra Næs og Sigrið Hansdóttir

Ársins stjørnuskot hjá kvinnum er 15 ára gamla Sigga Smæra Næs, sum hevur verið millum stinnastu spælararnar hetta kappingarárið.

 

Ársins stjørnuskot hjá monnum er 22 ára gamli Rói Hansen. Vongverjin fekk sínar fyrstu minuttir í bestu deildini í fjør, og í ár hevur hann fingið bæði størri álit og ábyrgd.

 

Ársins spælari hjá kvinnum er 15 ára gamla Sigrið Hansdóttir. Hagtølini tala sítt greiða mál, tí framherjin skeyt 27 mál í 18 dystum. Sigrið er samstundis yngsti spælarin, sum hevur fingið hendan heiðurin.

 

Ársins spælari hjá monnum er Bogi Reinert-Petersen. Fuglfirðingurin, sum flutti til B36 undan kappingarbyrjan, hevur í ár gingið á odda bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin.

 

Ársins spælarar og ársins stjørnuskot hjá B36: Rói Hansen, Bogi Reinert-Petersen, Sigga Smæra Næs og Sigrið Hansdóttir