Eisini er tað hugtakandi at síggja hvussu eitt kirkjuráðsval verður skipað í Føroyum í mun til í tí donsku kirkjuni í Sydslesvig, her eg nú eri prestur.
Í Føroyum verða kirkjuráðini vald 4. hvørt ár. Øll tey, sum eru fylt 18 ár og eru limir í hinu føroysku fólkakirkjuni hava bæði valrætt og valbæri. Í mongum kirkjum, serliga úti á bygd hevur ein friðarval. Og uttan mun til hvussu eitt val er skipað, so er ábyrgdin stór hjá hvørjum einstøkum kirkjuráðslimi. Tí er tað umráðandi at ein ger brúk av sínum valrætti.
Til samanberingar kann ein siga, at í kirkjusóknunum í tí donsku kirkjuni í Sydslesvig, verða kirkjuráðini vald á einum árligum aðalfundi, tí kirkjan er skipa sum eitt felag. Aðalfundurin verður aloftast hildin í samband við eina guðstænastu. Hetta tryggjar, at tey ið koma inn í kirkjuráðið, eru fólk, ið hava sína dagligu gongd í kirkjuni og sum hava valgt kirkjuna til við at gerast limur. Her verða prestar útnevndir av biskupi eftir tilmæli frá kirkjuráði og prósti.
Hóast kirkjurnar eru skipaðar á ymiskan hátt, so er ábyrgdin hin sama. Allir kirkjuráðlimir hava ábyrgd fyri, at kirkjan er ein kirkja fyri øll. Tí kirkjan eigur at fevna um ymiskleikan í samfelagnum og veita kirkjufólkinum ta tænastu teimum tørvar. Ábyrgdin fevnir eisini um, at umsita kirkjukassan, og skipa kirkjutænastuna í sóknini. Ein skal eisini síggja til, at kirkjubygningurin verður væl røktur
Sum kirkjuráðslimur í Fólkakirkjuni hevur ein eisini ábyrgd fyri, at innstilla, hvør skal setast í starv, tá nýggjur prestur skal setast. Ábyrgdin fevnir eisini um, at seta og leggja til rættis arbeiðsuppgávur tá onnur starvsfólk skulu setast, sum t.d. urguleikarar.
Um nýggjur biskupur skal veljast í komandi setu, so hevur ein sum kirkjuráðslimur eisini atkvøðurætt.
Ikki kann sigast annað, enn at ábyrgdin er stór og týdningarmikil fyri at tryggja hini Føroysku Fólkakirkjuni góð kor í framtíðini.
Við ynski um eitt gott kirkjuráðsval hin 4. novembur.
Hans Eiler Hammer Prestur











