Undan dagsins heimadysti móti Tabor Sezena høvdu Hanus Sørensen og liðfelagarnir í Triglav Kranj vunnið fimm dystir á rað í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini.
Men í dag lá einki stig eftir til Hanus og liðfelagarnar. Teir taptu 0-1 fyri Tabor Sezena, ið skoraði sigursmálið 14 minuttir undan steðginum.
Triglav er triðfremst í deildini við 28 stigum, men teir hava níggju stig upp til fremsta liðið, Nafta sum hevur 37 stig. Á øðrum plássinum hevur Grosuplje 35 stig.
Komandi sunnudag klokkan 13 spælir Triglav dyst á útivølli móti NK Bistrica.











