- Fyrsta húsið í Miðalsbrekku stóð liðugt bygt í 1980, og síðan tá er býlingurin vaksin nógv í vavi. Í dag eru 85 sethús, umframt aðrir bygningar. Haraftrat eru nøkur nýggj sethús ávegis.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
- Frá byrjan var ein vegøksl gjørd fram við vegnum við tí í hyggju at gera gongubreyt frá niðast til ovast.
Lagt verður aftrat, at tá var tað helst av fíggjarligum ávum, at bíðað var við gongubreytini, og síðan hevur tað helst verið ein samanrenning av vantandi fígging og raðfesting.
- Leingi er tað, ið væl skal vera, ásanna tey í Vestmanna kommunu.
Tí, loksins verður nú byrjað upp á gongubreytina í Miðlasbrekku.
- Í fyrstu syftu verður gongubreyt gjørd frá byrjanini av Hornavegi og niðan til barnagarðin, Gjáarlon, sum er ein teinur á umleið 380 metrar.
Í fíggjarætlanin fyri 2026, sum er samtykt við 1. viðgerð, verður ein teinur aftrat gjørdur í næsta ár.
- Mett verður, at til ber at koma runt eftir fimm árum, um bygdarráðið játtar somu upphædd næstu árini.
Sagt verður, at gongubreytin fer at bøta um trygdina hjá gongufólki og fer at bøta um vatntrupulleikar í økinum.
- Arbeiðið byrjar í næstum og tekur umleið tvær vikur - alt eftir, hvussu veðrið háttar sær, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
##med2##












