FSF skrivar:
- Í komandi UEFA Women’s Nations League kapping, sum verður spæld næsta ár, verða Føroyar í bólki saman við Georgia og Grikkalandi
Á middegi týsdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Women’s Nations League, sum er á skránni komandi ár.
Føroyar eru í deild C, og lutakastið háttaði seg soleiðis, at føroyska kvinnulandsliðið kom í bólk C4 saman við Georgia og Grikkalandi.
– Hetta eru tvey spennandi lond, sum vit nú skulu royna okkum ímóti, og vónirnar eru góðar. Vit arbeiða eisini við at fáa onkrar venjingardystir við hóskandi mótstøðu, so vit síggja við spenningi fram ímóti komandi landsliðsári, sigur venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Grikkaland nummar 61, meðan Georgia er nummar 121. Føroyar eru í løtuni nummar 105 av teimum 196 londunum, sum eru á listanum.
Dystarskráin fyri UEFA Women’s Nations League 2026-2027 verður væntandi klár í morgin ella hósdagin. Dystirnir verða spældir í mars, apríl og í juni mánað komandi ár. Skrivar FSF.











