Tað upplýsir Kurt Verwilligen, talsmaður fyri Skeyes, sum er belgiski flogferðslu- og ferðslutænastuveitarin fyri sivilt loftrúm.
Hann upplýsti eisini, at stongsilin er fyribils.
Tað upplýsir franski miðilin Le Soir.
Fleiri flogfør, sum skuldu til flogvøllin, eru send aðrar leiðir, serliga til ein annan belgiskan flogvøll, Liège Airport.
Floghavnin í Brússel váttar, at flogvøllurin er stongdur, men vil ikki upplýsa nærri í løtuni. Flogvøllurin upplýsir, at tey kanna málið.
Vit vita ikki enn, hvat dronan ger ella hví hon er í loftrúminum omanfyri Bruxelles flogvøllin.











