Tey fýra, sum hava lagt uppskotið fyri tingi: Hervør Pálsdóttir, Ingilín Didriksen Strøm, Karlot Hergeirsson og Eyðdis Hartmann Niclasen – og Djóni Nolsøe Joensen, sum eftir 1. desember aftur verður løgtingsmaður. Hann hevur áður boðað frá, at hann er ímóti fríari fosturtøku

Nú rillar meirilutin fyri fríari forturtøku

Meirilutin í Løgtinginum fyri uppskotinum fosturtøkur er nú farin at rilla

Tey fýra, sum hava lagt uppskotið fyri tingi: Hervør Pálsdóttir, Ingilín Didriksen Strøm, Karlot Hergeirsson og Eyðdis Hartmann Niclasen – og Djóni Nolsøe Joensen, sum eftir 1. desember aftur verður løgtingsmaður. Hann hevur áður boðað frá, at hann er ímóti fríari fosturtøku

Broytingarnar í landsstýrinum í dag fáa ávirkan á Løgtingið. Og tað eru broytingar, sum kunnu fáa avgerandi týdning fyri lagnna hjá uppskotinum um fosturtøku, sum liggur í Løgtinginum.

Eftir at Sólvit Nolsø fór úr løgtinginum 1. september, og Árni M. Dam tók sæti, var aftur meiriluti fyri uppskotinum um fría fosturtøkur – um vit ganga út frá, at tingfókl atkvøða á sama hátt, sum tey gjørdu í 2023, tá uppskotið fall við 15 atkøvðum fyri go 15 atkvøðum ímót.

Eftir nú Bjarni Kárason Petersen og Djóni Nolsøe Joensen fara úr landsstýrinum og aftur í Løgtingið, so broytist javnvágin aftur, tí Djóni Nolsøe Joensen er ímóti fríari fosturtøku. Tað segði hann við Sosialin 8. mai í 2022, tá hann var løgtingsmaður.

Tey, ið varða av uppskotinum, hava tó framvegis ein kjans tí broytingarnar í landstýrinum, sum løgmaður boðað frá í dag, fáa ikki gyldi fyrr enn 1. desember. Tað er um 27 dagar.

Sambært reglunum skal Rættarnevndini hjá Løgtinginum, sum arbeiðir við uppskotinum, vera liðug og hava skrivað álit í seinasta lagi fríggadagin komandi 7. november. So skal málið aftur til 2. viðgerð í Løgtinginum. Verður tað samtykt har, so kann málið fara til 3. viðgerð fyri 1. desember.

Hervør Pálsdóttir er forkvinna í Rættarnevndini, so hon leggur tað arbeiðið til rættis. Hon er annars í barnburðarfarloyvi, men hevur tikið sæti aftur á tingi fyri at fáa hetta málið í hús.

So heldur Rættarnevndini tíðarætlnina, so kann málið samtykkjast. Men verður drálað, og málið ikki er avgreitt tann 1. deseber, so fellir málið eftir øllum at døma í Løgtinginum.