Føroyar størstu minking í íløgum í gransking og menning

Føroyar eru einasta Norðurland, ið ikki hevur havt vøkstur í íløgum í gransking og menning í 2023 samanborið við 2022. Nýggj hagtøl úr Norðurlondum og øðrum londum í Evropa vísa, at Føroyar liggja langt aftanfyri hini Norðurlondini og niðanfyri flestu onnur lond í Evropa, tá gjørt verður upp, hvussu nógv londini brúka til gransking og menning í mun til bruttotjóðarúrtøkuna (BTÚ). 

 

Hetta skrivar gransking.fo.

 

Í eini grein í norska tiðarritinum Forskningspolitikk verður víst á, at Svøríki níggjunda árið á rað liggur á odda í íløgum í gransking og menning. Svøríki, Danmark, Finnland, Belgia, Eysturríki og Týskland hava nú rokkið málinum hjá Evroparáðnum um at gera íløgur í gransking og menning fyri 3 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Árið fyri var tað bert Svøríki í Norðurlondum, ið var komið á mál við hesum. Føroyar gjørdu íløgur fyri 1,2 prosent av BTÚ og liggja sostatt langt frá málinum.

 

Kristina Arge Simonsen, ið starvast á Granskingarráðnum og Hagstovu Føroya, hevur skrivað greinina í Forskningspolitikk. Í greinini verður eisini víst á, at Ísland hevur havt størsta vøksturin í íløgum í gransking og menning við 9,1 prosenti í 2023. Í 2021 og 2022 vórðu íslendsku íløgurnar í gransking og menning tvífaldaðar. 

 

Flestøll londini hava havt vøkstur í íløgunum til gransking og menning í 2023. Størsta minkingin var í Føroyum. Havast skal í huga, at sveiggj í íløgunum kunnu væntast at vera størri í Føroyum, tí fólkatalið og granskingarumhvørvið er nógv minni enn í hinum londunum. 

 

Lesið alla greinina her.