Kappingarárið 2025 er gott og væl bjargað hjá viðhaldsfólkunum hjá Fredrikstad í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir vunnu í dag prestisjufullu uppgerðina á útivølli móti lokalu arvafíggindunum, Sarpsborg 08.
Dysturin á leikvøllinum í Sarpsborg endaði 2-0 til Fredrikstad. Daniel Eid legði Fredrikstad á odda tíðliga í seinna hálvleiki, og stutt undan dystarloki økti Leonard Owusu til 2-0 til stóra frøði fyri øll í fótbóltsøra býnum, Fredrikstad.
Sigurin tryggjar eisini, at Fredrikstad verður frammanfyri Sarpsborg á stigatalvuni. Nú bæði liðini hava leikt 28 av 30 dystum hevur Fredrikstad 42 stig á fimta plássinum, og Sarpsborg hevur 35 stig á níggjunda plássinum.
Sarpsborg hevur tó eina steypafinalu móti Lillestrøm á Ullevaal leikvøllinum í Oslo, og kann við sigri har bjarga kappingarárinum. Steypafinalan verður leikt leygardagin 6. desember.
Fredrikstad hevur tveir dystir eftir at leika í hesum kappingarárinum. Sunnudagin 23. november hevur Fredrikstad heimadyst móti Viking Stavanger. 30. november endar Fredrikstad kappingarárið á útivølli móti Bodø/Glimt.











