Mattias var á vøllinum tá Västerås vann næstbestu deildina

Mattias Hellisdal fekk 83 minuttir á vøllinum í dag

 

Mynd: Johnny Samuelsen

19 ára gamli miðvallarin, Mattias Hellisdal og liðfelagarnir í Västerås SK hava vunnið næstbestu svensku fótbóltsdeildina.

 

Hin uppflytarin, Kalmar FF var frammanfyri Västerås undan seinasta leikumfarinum. Men Kalmar FF tapti á heimavølli 1-2 fyri Falkenberg FF, og so var dúkað hjá Västerås at taka av. Og tað gjørdu teir í stórum stíli. Á Hitachi Energy Arena vøllinum í Västerås vann heimaliðið stórsigur 4-1 á Varberg. Útiliðið var á odda 1-0 í steðginum. Men í seinna hálvleiki skoraði Västerås fýra ferðir, og loyvdi sær enntá at brenna eitt brotsspark.

 

Mattias var á vøllinum í 83 minuttir. Hetta er annar dysturin hann spælir við besta liðnum hjá Västerås hetta kappingarárið.

 

Västerås vann deildini við 65 stigum, meðan Kalmar FF er nummar tvey við 64 stigum. Örgryte endaði á triðja plássinum við 56 stigum, og skal spæla tveir upp- og niðurflytingardystir móti triðaftasta liðnum í bestu svensku fótbóltsdeildini um rættin at spæla í Allsvenskuni komandi kappingarár. 

 

In.fo ynskir Mattiasi hjartaliga tillukku við at vera við til at vinna næstbestu svensku fótbóltsdeildina. 

 

 

 

Mynd: Johnny Samuelsen