Í dag var ein Kyndil-H71 uppgerð í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg/Aarhus tóku á heimavølli móti Óla Mittún og hansara liðfeløgum í GOG.
Tað endaði við greiðum 36-30 sigri til Jóhan og hansara liðfelagar. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-13.
Jóhan var sera effektivur. Hann fekk átta málmøguleikar, og hann setti allar átta í netið. Hann var samstundis toppskjútti hjá Skanderborg/Aarhus.
Óli skoraði trý mál upp á seks málroyndir. Óli legði eisini upp til eitt mál (assist), og hann vann liðnum tvey brotskøst.
Skanderborg/Aarhus og GOG hava bæði 15 stig fyri 11 dystir. Aalborg er við fullum stigatali, 20 stig fyri 10 dystir greitt oddalið í deildini.











