Neyvan fyrr hevur nøkur samgonga og landsstýri avrikað so vesaligt, sum sitandi CEF-gongan.
Tað skortaði annars ikki á tilboðslepanum undan valinum. Einki var óført. Nú skuldi tað vera.
Tjóðveldi lá ikki á latu síðuni. Saman við Javnaðinum, stytta arbeiðsviku – fyrst niður í 37 tímar, bíligari at liva, fleiri serlæknar, fleiri heilsustarvsfólk, minni skrivstovuveldi, bíligari at seta búgv, sjálvberandi búskapur, gjøgnumskygni, slíta samstarvið við russar osfr.
Tjóðveldi var í harðari catwalk-kapping við sínar samstarvsfelagar, har serliga Javnaðurin var skutin frammanfyri, sum skrivliga lovaði serbólkum lønarlyft og so alt hitt.
Og so ikki at gloyma Framsókn, sum segði seg vera vissuna fyri haldføri og yvirskoti á fíggjarlógini, ið síðani hevur víst at vera tann bera heita luft - ella tað, ið verri er.
800 milliónir í halli síðani tey tóku Fíggjarmálaráðið og proklameraðu skil á fíggjarstýringini og ábyrgdanfullan fíggjarpolitikk til eftirkomararnar at arva.
Upp í royk
Nú er alt farið upp í royk. Eingi líkinda úrslit, bert breggj og útreiðsluvøkstur, og so skurður av blokkinum, sum isolerað er skilagóður, men uttan samsvarandi sparingar og tillagingar meiningsleysur. Veiting, sum annars er leys av inntøkusveiggjum.
Óskottlig handfaringin av stórmálum, sum eru endað í stúgvum. Nýggjastu eru hækkanin av pensiónsaldrinum og so suðuroyratunnilin. Umframt at málini eru tvinnað saman, so er handfaringin burturav klossut.
Ístaðin fyri at hesi stórmál vóru framd við fullum gjøgnumskygni, so fingu tey, sum skulu taka endaligu avgerðirnar (saman við øllum hinum, sum eru ávirkað av málinum) ongan ognarlut í málsgongdini. Afturímóti eru málini vorðin serogn hjá løgmanni og landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum. Politiskur bummari, sum er endaður í hurlivasa.
Harafturat tók løgmaður fyrst í valskeiðinum tunnilsmálið frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, uttan at lata øðrum landsstýrisfólki málið? Nú situr so løgmaður, sum er eftirlitsmyndugleiki, eftir við svartaperi. Hvat er so at gera?
Ryssa yvir deyðum fyli
Landsstýrið og samgonga endaðu sum ryssa yvir deyðum fyli. Fimlingin og ráðaloysið bera boð um viðurkenning, at alt er farið at rilla.
Samgongan, sum 21. desember 2022 legði til brots við herrópinum ”Saman eru vit sterk”, og sum skuldi tryggja haldføran og sjálvberandi búskap fyri komandi ættarlið, er givin á hondum og er farin útum politisku bøgarðarnar at søkja sær hjálp, ”sum skal fáa skil á búskapinum”.
Sama orðing, sum samgongan í sjálvsfitni festi á blað, men sum síðani hevur fingið búskapin at rilla.
Arabo og stempulkontórið
Fyrsti setningurin hjá Arabo og hinum er longu komin. Skerjið úr erva. Politiska handverkið er nú latið øðrum uttantings og løgmaður vorðin tignarleysur boðberi hjá nýskipanarnevndini.
At landsstýrið nú er avtignað til stempulkontór til avrik, sum uttangarðserfrøði setir í ljósmála avdúkar, at landsstýrið og samgongan eru dumpað.
Seinasti útvegur var tí at flyta fokus. Onkur nevndi tað handlikraft. At løgmaður vísir megi. Einki er meira skeivt. Talan er um panikkhandling, nú alt stendur at rilla. Flestu munnu heldur kalla tað vesalaváttan, sprottin úr politiskum teatri. Panik før lukketid, ella ber populisma?
Kanska skuldi samgongan hildið frí restina av valskeiðinum og latið nýskipanarnevndina stjórna landinum til endan av 2026. Tað hevði so ikki gjørt støðuna verri, tvørturímóti.
Og nú hevur landsstýrið eisini fingið javnstøðunevndina um skrúvuna - sirkussið er fullkomið.
Bjarni Djurholm











