Fyrsta seyðasýning í Skúgvi

Vanligt er at hava seyðasýningar hesa tíðina, har seyðir verða mettir í ymsum greinum. 

 

Hesar sýningar savna javnan nógv fólk, og eigarar fáa steyp, um teirra seyður verður mettur at verða bestur í onkrari grein.

 

Í Skúgvi hevur ikki verið vanligt at hava seyðasýning, men í gjár var fyrsta seyðasýningin í Skúgvi.

 

Jóanis í Hoygarðinum, bóndi, vann 4 steyp og Tummas Frank Joensen vann eitt steyp á fyrstu seyðasýningini í Skúgvi.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##