Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og ein av trimum landsstýrismonnum, sum skulu frá 1. desember vegna sparingar, var gestur í sendingini 'Vikan' hjá Kringvarpinum í morgun.
Spurdur um hann er keddur av at skula lúta í sambandi við sparingarnar hjá løgmanni, segði hann, at tað er hann ikki.
– Eg taki mær ikki av slíkum, eg tími ikki at brúka tíð uppá at hugsa um tað, eg eri longu farin víðari, segði hann.
– Eg eri við uppá, at vit skulu gera sparingar, men eg eri als ikki samdur við løgmann um, hvussu hetta verður gjørt, segði hann
– Nei eg eri ikki tann typan, sum gangi keddur og skuffaður, eg haldi ikki, at tað loysir seg at ganga og brúka tíð upp á tað. Eg eri øgiliga fegin um møguleikan eg fekk hesar átta mánaðirnar. Tað hevur verið spennandi, og eg havi trivist sera væl í starvinum. Og hóast eg havi havt nógv keðilig mál inni í okkara ráð, sum eg ikki havi havt ávirkan á, so havi eg klárað at sett eitt positivt avtrykk, segði hann.
Men hann er ikki fegin um avgerðina hjá løgmanni. Hann heldur, at talan er um eitt eftir hansara tykki høgrapopulisitskt rák, sum nú hevur rakt okkum.
– Eg haldi ikki, at mátin, hetta er gjørt uppá, er góður upp á nakran máta , tað fortaldi eg løgmanni, eisini áðrenn hann kunngjørdi hetta. Um eg eri skuffaður av nøkrum, so er tað av, at hendan samgongan hoppar upp á hetta høgrapopulistiska rákið, sum nú eisini kemur inn yvir okkum.
– Eg segði við løgmann, at hetta kann gott gerast upp á ein skilagóðan máta, men so skuldu vit brúkt tíðina frá nú av og fram til næsta val at fyrireika hetta saman við andstøðuni og politisku skipanini. Vit skuldu havt skipað hetta ordiliga og kjølfest, hvussu komandi miðfyrisitingin skal síggja út, so kundi tað blivið eitt gott mál, heldur Jóhan Christiansen.
– Men man velur bara at kubba frá níggju aðalráðum niður í seks – og frá 1. desember, sum heldur ikki gevur meining, sum Bjarni Kárason Petersen segði, hví 1. desember? Vit hava arbeitt við málum, sum eingin okkara sleppur at enda, tey hanga bara í leysari luft.
Hoyrið samrøðuna við Jóhan Christiansen í 'Vikuni' í Kringvarpinum við at trýsta her
– Eg eri við upp á hesar sparingarnar, men mátin er kritisabul, segði Jóhan Christiansen við útvarpið.
Hann segði eisini, at hann ikki trýr upp á úrslitið, og at hann torir at leggja høvdið upp á blokkin uppá, at tað verða fleiri enn seks aðalráð í framtíðini.
Um tiltakið hjá løgmanni annars segði hann, at hann sá fyri sær Elon Musk og motorsagina – sum samanbering við tað, sum hendir í USA.
– Har er man miðvíst farin at niðurlaða funktiónir, sum skulu tryggja rættarskipanina, og tað skuffar meg nógv, at samgongan hoppar upp á hetta, segði Jóhan Christiasen, sum 1. desember er fyrrverandi landsstýrismaður, ofraður fyri sparitiltøkunum – og tá eisini fyrrverandi politikari, tí hann hevur ikki sæti á tingi at fella afturá, sum Djóni Nolsøe Joensen og Bjarni Kárason Petersen hava.










