- Enn eina ferð verður skipað fyri hugnaliga og vælumtókta felags døgurðanum til vágbingar. Tiltakið hesaferð verður hóskvøldið hin 13. november frá klokkan 17-20 í hølunum hjá Frelsunarherinum í Vági.
Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu verður sagt, at allir vágbingar eru vælkomnir at fáa sær ein góðan og heitan bita saman við øðrum úr nærumhvørvinum.
- Eisini verður møguleiki at smyrja matpakkar til børnini, so tey eisini kunnu fáa ein góðan bita við sær í skúla ela barnagarð.
Tað er Vágs kommuna í samstarvi við Frelsunarherin, sum skipar fyri tiltakinum.
- Hetta er sættu ferð, at døgurði verður skipaður á henda hátt, og tiltakið hevur víst seg at vera vælumtókt og savnandi fyri bygdina, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.
Á matarskránni verður fleskasteik við eplum og sós, og síðan verður kaffi ella te og okkurt leskiligt omaná.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, og á heimasíðuni www.vagur.fo er leikja til tilmelding, sum tó ikki er bindandi, men verður brúkt sum ábending um, hvussu nógvur matur skal gerast, siga tey í Vágs kommunu.










