Russar sendu 450 dronur og 45 rakettir eftir Ukraina

Eldur er í fleiri staðni í ukrainska høvuðsstaðnum, og fleiri býir í Ukraina hava mist streymveitingina

 

Aftur í nátt framdi Russland stórálop á Ukraina.

 

- 450 dronur og 45 rakettir vórðu sendar eftir okkum, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

 

Sambært Reuters var málið við russisku álopunum í nátt ukrainskar orkuveitingar og undirstøðukervið í landinum.

 

Í Ukraina læt eitt fólk lív og 11 fingu løstir, harímillum eitt barn.

 

Sagt verður, at eldur er í fleiri staðni í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, og fleiri býir í Ukraina hava mist streymveitingina.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heitir á lond í vesturheiminum um at seta harðari revsitiltøk í verk móti russiska orkusektorinum.