25 ára starvsdagar

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, handaði teimum blómutyssi og gávu frá Lítlafløtti

 

 

Á starvsfólkafundi í vikuni - sama dag, sum Lítlifløttur fylti 19 ár - vórðu fýra starvsfólk á stovninum heiðrað fyri at hava verið í starvi í 25 ár.

 

- Allar, sum vórðu heiðraðar, vóru dagrøktarmammur, áðrenn stovnurin læt upp og hava síðan arbeitt á Lítlafløtti.

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu - www.sjovar.fo 

 

Hesar vórðu heiðraðar henda dagin:

 

* Paula arbeiðir í Sóljustovu, sum er smábarna- og miðlingastova

 

* Anna Juul arbeiðir í Túgvuni, sum er vøggustova

 

* Marjun arbeiðir í Snjósóljuni, sum er skúlabólkur

 

* Sóleyð er leiðari á Lítlafløtti

 

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, handaði teimum blómutyssi og gávu frá Lítlafløtti.

 

- Vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku við teimum fyrstu 25 árunum í starvi, er heilsanin hjá Sjóvar kommunu.