Løgreglan fekk í gjár tvær fráboðanir um innbrot. Tað fyrra var í Gamla Bókhandli í Havn, og tað seinna var á Hotel Tórshavn. Innbrotini vórðu framd gjáranáttina, men ikki uppdagað fyrr enn ávikavist klokkan 11 í Gamla Bókhandli og um 16:30 tíðina á Hotel Tórshavn.
Á øðrum staðnum vóru vakmyndatól, sum avdúkaði fólkini, sum eru kenningar hjá løgregluni.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað var skjótt at eyðmerkja fólkini frá myndunum, tí tey vóru jú kenningar hjá løgregluni og hava verið í vási áður. Tey vórðu tí handtikin í gjár, sigur vaktleiðarin.
Avgjørt varð, at maðurin skuldi vera sitandi í varðhaldi við tí fyri eyga at framseta hann í grundlógaravhoyring í dag
Løgreglan hevur arbeitt við hesum málinum síðani í gjár, tí hetta er ikki fyrstu innbrotini hjá teimum, so maðurin situr nú uppi í Mjørkadali. Arbeitt verður saman við løgfrøðingunum um at fáa hann fremsettan í rættinum einaferð í dag.
Tað sum er stolið er ikki tað heilt stóra, tað snýr seg um eitt sindur av pengum og spiritusi, sum tey tóku á Hotel Tórshavn.










