Andrias Edmundsson hevur nú skotið fyrsta málið í bestu pólsku fótbóltsdeildini.
Wisla Plock spældi á útivølli í dag móti Motor Lublin. Longu í fjórða minutti legði heimaliðið seg á odda 1-0, og 10 minuttir seinni fekk Lublin eitt mál kolldømt av VAR. Wisla hevði aftur eydnuna við sær í 31. minutti, tá heimaliðið brendi eitt brotsspark.
Tá 77 minuttir vóru leiktir beindi svenski verjuleikarin Marcus Haglind-Sangre bóltin við høvdinum víðari inn til Andrias Edmundsson, ið stútaði bóltin í netið til 1-1, og so var fyrsta málið hjá Andriasi í bestu pólsku fótbóltsdeildini veruleiki.
Heilt móti dystarenda fekk Motor Lublin aftur eitt mál kolldømt av VAR, so talan var um ein harðvunnan javnleik hjá Wisla Plock í dag.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Motor Lublin-Wisla Plock 1-1 (1-0):
##med2##











