Kristian hevur verið brandleiðari í 40 ár

Mervin Falkvard hevur verið sløkkiliðsmaður í 38 ár, og í Sørvági hevur verið heiðursløta fyri teimum báðum, sum hava tænt Sørvágs Sløkkiliði í mong ár

Mikudagin hin 5. november skipaði Sørvágs kommuna fyri hátíðarløtu og fráfaringarløtu fyri Kristiani Olsen, sum hevur verið brandleiðari í Sørvágs Sløkkiliði í 40 ár.

 

- Fleiri starvsfelagar, bæði í oynni og landinum annars, vóru møtt fyri at heilsa uppá Kristian og bera honum eina tøkk.

 

Hetta vita tey í Sørvágs kommunu at siga.

 

Tað verður Eyðstein í Løðu, sum er varaleiðari, sum fyribils fer at røkja starvið sum brandleiðari í Sørvágs Sløkkiliði.

 

- Honum verður ynskt blíðan byr, verður lagt aftrat. 

 

Við fráfaringarløtuna fyri Kristiani Olsen, varð eisini ein annar maður heiðraður, sum hevur verið álitið í Sørvági næstan líka leingi sum brandleiðarin.

 

- Tað er Mervin Falkvard, sum hevur verið brandmaður í 38 ár, og vit vilja takka honum fyri trúgva tænastu, siga tey í Sørvágs kommunu.

 

##med2##

 

Við heiðursløtuna í Sørvági helt borgarstjórin, Eyð Ellingsgaard, røðu, sum kann lesast á heimasíðuni - www.sorvag.fo

 

Á myndini omanfyri er maðurin vinstrumegin Mervin Falkvard, og maðurin høgrumegin er Kristian Olsen, sum báðir hava tænt Sørvágs kommunu í mong ár.

 

 

 

Eyð Ellingsgaard. borgarstjóri, handar Kristiani Olsen gávu og blómur