Jóna Ólavsdóttir, granskari og ph.d.-lesandi í almennari fyrisiting.
Vit hava fingið eina nýskipanarnevnd. Tað er neyvan farið aftur við borðinum hjá nøkrum, og fyrstu ristingarnar eru longu farnar gjøgnum samfelagið. Tær vekja bæði vónir og ivamál, og spurningurin er, hvørja leið vit fara. Skulu vit, sum Norðurlond, byggja á álit, samstarv og fakliga ábyrgd? Ella skulu vit, sum amerikanarar, leita eftir skjótum úrslitum, kapping og toppstýring?
Vit eru ikki tey fyrstu, sum hava hugsað tankan at innrætta almenna geiran skynsamari. So lat okkum líka steðga á og hyggja rundan um okkum, so vit ikki gera somu mistøk, sum onnur longu hava lært av.
Frá skrivstovuveldi til samskapan
Bureaukratiið ella skrivstovuveldi, sum tað verður nevnt á føroyskum, hevur sítt upphav fyrst í 1900 árunum. Týski sosiologurin Max Weber menti hesa hugsanina um almenna stýring og lýsti hana alment sum skynsamasta og effektivasta hátt at reka almennar stovnar í nútímans samfeløgum. Eyðkennini fyri bureaukratiska stýringsháttin vóru millum annað týðiligt hierarki, fastar mannagongdir og partleys málsviðgerð. Stýringshugsanin fekk seinni heitið Old Public Administration.
Í vesturlendsku samfeløgunum hava vit bygt á hesa hugsanina, saman við liberala fólkaræðinum, í meira enn eina øld. Borgarin velur eitt umboð á ting, tingið setur eina stjórn, stjórnin setir politisku kósina og heldur eyga við, at fyrisitingin umsitir lógirnar rætt og rættvíst.
Men í sjeytiárunum broytist tónin. Tað almenna varð skýrt at vera ov seint, ov dýrt og ov fjart frá veruliga samfelagstørvinum. Neoliberala svarið var at privatisera ella at bjóða almennar tænastur út, at innføra eina umfatandi skipan til at máta úrslit og at gera borgararnar til viðskiftafólk. Broytingarnar høvdu íblástur úr vinnulívinum, sum varð mett at vera effektivari enn almenna bureaukratiið, og fingu undir einum heitið New Public Management. Við hesum paradigmuskiftinum varð farið frá hugsanini um, at borgararnir einans kundu gera sína hugsan galdandi fjórða hvørt ár, og inn komu hugtøk sum voice og exit – ella við øðrum orðum brúkarakanningar og frítt val. Hildið varð, at um borgararnir frítt kunnu velja ein tænastuveitara fram um ein annan – almennan ella privatan – fór góðskan at hækka. New Public Management hevði eisini við sær, at stovnar skuldu seta sær greið avriksmál, gera mátingar og samanberingar, og starvsfólk skuldu skjalfesta, at hvør króna gav úrslit.
Henda stýringshugsanin varð útbreidd í áttatiárunum, og fyri fleiri stovnar gav hon betri úrslit beinanvegin. Men sum frá leið gjørdust sjúkueyðkennini alsamt sjónligari: mátingarnar tóku støðugt meira tíð frá starvsfólkunum, og fakliga dømikraftin varð sett til viks og avloyst av flugubeinum og eftirliti. Tað, sum skuldi minka bureaukratiið, endaði við at økja um tað. Sjúkrarøktarfrøðingurin, sosialráðgevin og fólkaskúlalærarin valdu ikki yrkisleiðina orsakað av lønini, men av ynskinum um at hjálpa øðrum. Brúkarakanningar og bonusskipanir fingu tí ikki almennu starvsfólkini til at arbeiða skjótari, men elvdu heldur til beinleiðis misálit og demotivering. Samstundis merktu borgararnir, at teir vóru viðskiftafólk heldur enn virknir luttakarar í einum fólkaræðisligum felagsskapi.
Samskapa almenn virði
Sum mótreaktión til New Public Management komu tvey boð: At venda aftur til dygdirnar í klassiska bureaukratinum, ella at flyta valdið nógv longur út í nærumhvørvið, har sjálvstýrandi grannaløg og felagsskapir við virknum borgarum skuldu ráða. Bæði høvdu sínar styrkir, men eisini sínar veikleikar: eitt hert bureaukrati kundi aftur gerast ov fjart og stirvið, meðan smáar sjálvstýrandi eindir kundu gerast ov veikar og ójavnar. Ein triði vegur kom undan kavi: alment virði (public value) og samskapan (co-creation) sum stýrislig meginregla. Talan bleiv um New Public Governance, har farið varð frá eini fatan av, at tað almenna er ein fyritøka, sum brúkar skattakrónur, til eina fatan av eini virðisskapandi eind, ið skapar almentgagnligar vørur so sum heilsu, læring og umhvørvisvernd. Við hesum verður spurningurin ikki bara: “Hvussu fáa vit somu tænastu bíligari?”, men “Hvussu skapa vit størri alment virði – saman?”
Við New Public Governance blivu lyklaorðini at deila vitan, at knýta orku saman og at brúka bæði arbeiðsroyndir og lívsroyndir hjá fólki til at menna almennar tænastur. Borgarin bleiv ein virkin luttakari, sum fekk høvi at greina tørvin, menna loysnir, føra tær út í lívi og eftirmeta tær saman við øðrum. Talan er um samskapan – eitt skipað samstarv, har fleiri ymiskir aktørar á jøvnum føti skapa felags úrslit saman.
Skiftið frá New Public Management til New Public Governance merkti ikki, at reglur, rættartrygd og gjøgnumskygni vórðu slept, tí í veruleikanum byggja øll stýringsparadigmuni á hvørt annað. Klassiska bureaukratiið hjá Weber er framvegis beinagrindin í almennu fyrisitingini. Mátingar kunnu eisini framvegis vera hent amboð – so leingi tað snýr seg um at tæna samskapandi loysnum. Men størsta broytingin við paradigmuskiftinum var, at farið varð frá at stýra við eftirliti til at stýra við áliti. Sum dømi kann nevnast, at kommunur lótu starvsfólk í heimarøktini samskapa røktarætlanir saman við borgarum heldur enn at fylgja standardtíðum, har hvør borgari fekk sínar 7 minuttir.
Hví er tað neyðugt at nýskipa almenna geiran?
Tí samtíðin krevur tað. Stórar avbjóðingar sum broytt fólkasamanseting, veðurlagsbroytingar, bústaðarneyð og so framvegis eru samansettar og krevja tvørfakliga vitan og royndir. Búskaparráðið hevur eisini áhaldandi varpað ljós á haldførisavbjóðingarnar í samfelagnum og tørvin á at fremja nýskipanir, sum effektivisera almenna raksturin og minka um almennu rakstrarútreiðslurnar – seinast á heysti í ár.
Men eftir áratíggju við tálmandi politikki og effektiviseringsátøkum hevur gransking ásannað, at skerjingar einsamallar føra til verri góðsku og minni orku. Vilja vit røkka hægri málum við avmarkaðum tilfeingi, mugu vit mobilisera samfelagið; ikki bara skera. Tað gera vit við samskapan, sum í verki sæst aftur sum til dømis borgararáð og livandi verkstovur. Í hesum liggur nýhugsan og fólkaræðislig endurnýggjan. Fólk kenna seg hoyrd, sædd og tikin uppá ráð – og taka tí størri ábyrgd.
Hvat vita vit um stýringsparadigmu í Føroyum?
Í grundini ikki so nógv. Men vit vita, at løgmaður í 2016 kolldømdi New Public Management. Í eini røðu fyri fakfeløgunum í Norðanlondum greiddi løgmaður frá, at marknaðar- og eftirlitsgrundaði leiðsluhátturin hevði spælt fallitt bæði í Danmark og í grannalondunum. Aksel V. Johannesen segði millum annað soleiðis: ”New Public Management lovaði at skapa ein betri og bíligari almennan sektor, men hevur í roynd og veru givið ein sektor, sum er bæði dýrari og vánaligari.” Í staðin mælti hann til eina kós, sum byggir á álit, samstarv og fakliga ábyrgd. Løgmaður legði dent á, at starvsfólkini eiga at verða tikin við í øllum avgerðartilgongdum, og legði upp til trípartasamráðingar, sum tryggja, at sáttmálarnir um medávirkan fara at virka í verki, soleiðis sum gjørt er aðrastaðni. ”Tað vilja vit í landsstýrinum fegin viðganga, og okkara vilji at tryggja, at vit fáa veruliga medábyrgd á teimum almennu arbeiðsplássunum, skal ikki tróta,” segði løgmaður fyri skjótt 10 árum síðani.
Við orðum sínum fylgdi løgmaður í fótasporum flokkfelagsins, Stefan Löfven - táverandi svenska forsætisráðharranum, sum fyrr sama summar boðaði frá, at New Public Management er ein saga blot í almennari fyrisiting.
Summi vilja vera við, at stýrishugsanin ongantíð fann sín veg til Føroya. Onnur eru ósamd, og halda seg brúka alt ov nógva tíð í arbeiðsdegnum til tíðarskráseting, mál og avrikssáttmálar. Eindarleiðslan var eisini liður í broytingunum, sum komu við New Public Management, og minnast fleiri kanska atfinningarnar av hesum her heima. Sjálv skrivaði eg spesiali um stýringsparadigmu í Føroyum í 2017, saman við Báru A. Haraldsen, og kundu vit staðfesta, at øll trý stýringsparadigmu seinastu øldina sóust aftur í tí organisatiónini, vit granskaðu. Mær vitandi eru ikki fleiri kanningar gjørdar í øðrum almennum organisatiónum í Føroyum, og tí ber illa til at staðfesta, hvør støðan er í dag.
Álitisnýskipanin: Royndir við effektivisering í danska almenna geiranum
Í 2013 kunngjørdi stjórnin hjá Helle Thorning-Schmidt sonevndu Álitisnýskipanina (Tillidsreformen). Nýskipanin spratt úr eini felags fatan millum stjórnina, fakfelagsrørsluna og arbeiðsgevararnar um, at tað var tørvur á at broyta stýringina av almenna geiranum.
Um aldarskiftið hoyrdust vaksandi atfinningar um bureaukrati, eftirlit og detailstýring í Danmark. Nógv hildu, at stýringsmentanin tók tíð og orku frá kjarnuuppgávunum so sum undirvísing, røkt og sjúklingaviðgerð, og restirnar av gamla stýringsparadigminum riggaðu ikki longur, sum ætlað. Hugskotið við álitisnýskipanini var tí at skapa meira álit og minni eftirlit í almenna geiranum. Tað merkti millum annað, at leiðarar og starvsfólk skuldu hava størri frælsi til at leggja arbeiðið til rættis, reglur og krøv um skráseting og eftirlit skuldu gerast færri og einfaldari og samstarvið millum starvsfólk, leiðslu og politikarar skuldi styrkjast. Nýskipanin var ikki ein einstøk lóg men heldur ein karmur fyri samstarv og mentanarbroyting í øllum tí almenna geiranum. Sum liður í nýskipanini vórðu fleiri nýggj samstørv sett í verk, har royndir vóru gjørdar við nýggjum arbeiðshættum við áliti, samstarvi og avbureaukratisering millum annað í kommunum og á sjúkrahúsum.
Hóast Álitisnýskipanin ikki bleiv nøkur kollvelting, so setti hon eina kós og menti eitt mál fyri nýggjar hugsanarhættir í almennari leiðslu og stýring. Nógvar danskar kommunur og stovnar undir landinum hava síðani arbeitt víðari við álitisgrundaðari leiðslu og einfaldari reglum, men atfinningarnar eru framvegis, at eftirlit og krøv um skjalfesting framvegis eru ov mong.
Samanumtikið ber til at siga, at Álitisnýskipanin í 2013 var eitt politiskt og organisatoriskt átak til at styrkja álit og ábyrgd í almenna geiranum – og til at minka um óneyðugt eftirlit og bureaukrati. Nýskipanin var fyrst og fremst ein roynd at broyta stýringsmentanina í landinum.
Effektivisering og avbureaukratisering – men hvussu?
Í amerikanska valstríðnum í fjør boðaði Donald Trump somuleiðis frá ætlanunum um at effektivisera almennu fyrisitingina. Elon Musk skuldi standa á odda fyri nýggja Department of Government Efficiency (DOGE). Endamálið var at minka um reglur og pappírsarbeiði og at innføra vinnulívsleiðslu og tøkni í almenna geiran. Tiltakið gjørdist tó skjótt eitt súmbol upp á eina umstrídda, privatiseraða tilgongd.
Felags fyri danska Álitisnýskipanina og DOGE var ynskið um avbureaukratisering og effektivisering. Munurin lá í grundhugsanini: Álitisleiðsla byggir á fakligt sjálvræði, samstarv og motivatión, meðan Musk-leiðslan byggir á disiplin, toppstýring og avriksfokus.
Álitisnýskipanin tekur støði í norðurlendsku álitismentanini, har menniskju verða mett at vilja gera eitt gott arbeiði, um tey fáa frælsi til tað. Tilgongdin hjá Musk umboðar hinvegin eina amerikanska avriksskipan, har álitið er lægri, og motivatiónin kemur úr kapping, trýsti og eftirliti. Í stuttum: Álitisleiðsla leysgevur orku, meðan Musk-leiðsla roynir at tvinga hana fram.
Sambært granskarunum Tinu Ø. Bentzen og Louise Bringselius (2023) var Álitisnýskipanin eitt gott dømi um, hvussu álit sum hugtak er nakað, sum øll kunnu taka undir við, men sum verður tulkað ógvuliga ymiskt í verki. Tær vísa á, at meðan danska nýskipanin setti eina greiða visjón um meira frælsi og minni eftirlit, gjørdist hon verri grundfest í veruleikanum enn t.d. líknandi nýskipan í Svøríki. Í Danmark bleiv álit mest eitt politiskt og súmbolskt hugtak, meðan tað í Svøríki varð bundið meira upp í verulig leiðsluátøk – sum er tað, løgmaður í 2016 eisini vísti á, at vit eiga at gera í Føroyum.
Nýskipan av almenna geiranum í Føroyum
Tørvur er á at endurhugsa almenna geiran í Føroyum – eingin ivi um tað. Spurningurin er bara, hvussu tað verður gjørt. Arbeiðið hjá nevndini er júst byrjað, og vit vita ikki, hvønn veg tað ber. Men vit kunnu tryggja okkum, at vit ikki gera somu feilir, sum onnur hava brúkt áratíggju at rætta upp uppá.
Skulu vit lurta eftir granskingini á økinum, eigur Nýskipanarnevndin at halda seg til amboðini, sum komu við New Public Governance. At byggja á álit heldur enn eftirlit og samskapa almennu loysnirnar saman við øllum viðkomandi áhugapørtum – borgarum, vinnulívi, sjálvbodnum felagsskapum og almennu stovnunum. Tað tekur longri tíð, men tað er eisini burðardyggari í longdini. Tí samskapan økir um vitan, byggir upp álit og viðurkenning tvørtur um samfelagsbólkar, samskipar áhugamál, økir um tilfeingi, skapar ognarkenslu, minkar um mótstøðu, fremur nýhugsan, betri loysnir og rættvísger átøkini, sum verða gjørd.
Tað er ikki nokk at nýskipa almenna geiran tjúgunda hvørt ár. Vit skulu alla tíðina meta um fyrisitingarligu mannagongdirnar. Alla tíðina syrgja fyri, at skattakrónurnar verða nýttar so skynsamt, sum møguligt. Uppbyggja eina mentan við nýhugsan í tí almenna, har tað er púra natúrligt hjá starvsfólkunum á gólvinum at venda sær til ovasta leiðara at fortelja, hvørjar mannagongdir við fyrimuni kundu verið snildari. Vit eiga at samstarva um eina skynsama almenna fyrisiting, tillagað til okkara lítla oyggjasamfelag, har tað eigur at vera stutt frá starvsfólki til leiðara. Har tað er lætt at samskifta og samskapa almennar tænastur eftir egnum fortreytum. Tað almenna hevur, øvut tí privata, nevniliga tvær botnlinjur - ta fíggjarligu og ta fólkaræðisligu. Virksemið skal mala runt fíggjarliga, men tað skal eisini geva yvirskot á fólkaræðisligu botnlinjuni.
Keldur:
Ansell, C. K., & Torfing, J. (2021). Public governance as co-creation: A strategy for revitalizing the public sector and rejuvenating democracy. Cambridge University Press.
Bentzen, T. Ø., & Bringselius, L. (2023). Translating trust as a magic concept in public sector reforms: A comparative study of the Danish and Swedish trust reform. Public Integrity, 26(1), 40–56.
Búskaparráðið (2025) Føroyski búskapurin, heystið 2025 – konjunkturfrágreiðing.
Osborne, S. P. (2006). The New Public Governance? Public Management Review, 8(3), 377–387.
Reuters. (2024). Trump names Elon Musk to lead government efficiency drive. Reuters.
Røiseland, A., Sørensen, E., & Torfing, J. (Eds.). (2022). Advancing co-creation in local governance: The role of coping strategies and constructive hybridization. Policy Press.
In.fo (2016) Løgmaður kolldømir New Public Management.https://www.in.fo/news-detail/l-gma-ur-kolld-mir-new-public-management











