Pauli Høj var toppskjútti hjá Bergsøy

Bergsøy vann í dag sjeynda sigurin á rað

Tað gongur væl hjá Paula Høj og liðfeløgum hansara í Bergsøy í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Í dag vann Bergsøy sjeynda sigurin av sjey møguligum hetta kappingarárið. 

 

Í dag spældi Bergsøy dyst í Bjørnar-høllini í Bergen móti Bjørnar. Hóast Bjørnar er næstaftast í deildini við tveimum stigum megnaðu teir at geva Paula og liðfeløgum hansara ein skarpan gang. Bergsøy vann við bert einum máli, 27-26. Í steðginum var Bjørnar á odda 14-13.

 

Pauli gjørdist saman við Petter Nygaard Eikrem toppskjútti hjá Bergsøy. Teir skutu seks mál hvør. Pauli megnaði tað tó upp á sjey málroyndir, meðan tað kravdi 11 málroyndir hjá Petter Nygaard Eikrem at skjóta seks mál.

 

Bergsøy er fremst í deildini við 14 stigum fyri sjey dystir. Viking TIF hevur 14 stig fyri átta dystir, og Bodø hevur 12 stig fyri sjey dystir. 

 

Komandi leygardag klokkan 13 hava Pauli og liðfelagarnir dyst á heimavølli móti Tiller.