Fær Kaj Leo Johannesen makt sum hann hevur akt, og limar Føroyar inn í ES gjøgnum Danmark, gerast Føroyar ein ævigur útjaðari, sigur Høgni Hoydal - Tað er rætt, at ES er eitt lítið viðgjørt evni, men eg haldi tað er ótrúligt, at mann kann tosa um at fara upp í ES gjøgnum Danmark, tí tað hevði gjørt okkum til eitt nýtt Hetland, sigur Høgni Hoydal um úttalilsini hjá Kaj Leo Johannesen í valsendingini hjá Kringvarpinum fríggjakvøldið.
Høgni Hoydal vísir á, at Hetland er ein útjaðari, ikki bara í Bretlandi, men í øllum Europa.
- Eitt annað ræðandi dømi er Áland. Álendingar siga, at tað ringasta, sum er hent landinum, er, at teir eru farnir upp í ES gjøgnum Finland, tí var vegurin út í Europa langur framman undan, so er hann uppaftur longri nú, tá alt skal ígjøgnum Finland fyrst, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur eisini, at tað er beinleiðis fupp, tá Kaj Leo førir fram, at vit kunnu fáa undantøk fyri fiskivinnuni.
- Tað einasta, sum hendir, er, at vit missa ræði á okkara tilfeingi, tað veri seg olja ella fiskur, sigur Høgni Hoydal.
Hinvegin vísir hann á, at vit sum sjálvstøðug tjóð beinanvegin kundu fingið limaskap í EFTA og atgongd til EBS-samstarvið við teimum fýra frælsunum, ið jú er tað, sum Sambandið ynskir.
- ES loyvir ikki, at tað verða skaptar nýggjar tjóðir innan fyri felagsskapin, og tí merkir ein innliman í ES gjøgnum Danmark, at Føroyar verða dømdar til at verða ein útjaðari, sum bara kann liva av olmussu. Og vit skulu gloyma allar tankar um at gerast ein sjálvstøðug tjóð, fara vit inn í ES á henda hátt, sigur Høgni Hoydal.