Føroyar vunnu við Clint Eastwood á odda

Hanus Samró, Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
------
Vit kenna myndina frá amerikanskum klassik­ar­um. Góði sjeriffurin mót­vegis ónda bandittinum. Dysturin millum tað góða og tað ónda, ið verður avgjørdur við einum stórum Magnum 357., har skjótasti skjúttin vinnur. Myndin kann lættliga setast í sam­band við makrelkríggið, har sjeriffurin av Økrum, Jacob Vestergaard, hevur staði eye to eye við byrokratunum í ES.

Trýst
Hóast byrokratarnir hava trýst hendavegin og hin­vegin, hevur sjeriffurin ikki blunka. Sum ein annar Clint Eastwood klappaði hann hestin, tugdi sigarendan, áðrenn hann stardi fígg­indan sannførandi í eyg­að. Men í mun til west­ern filmar snúði makrel­kríggið seg ikki um revol­varar, men hvør hevði bestu grund­gev­ingarnar. Dirvið at halda fram. Mikukvøldið 12. mars blunkaðu byrokratarnir. Hoknaðu í kongunum. Hetta gjørdist dagurin, tá Jacob Vestergaard vann á byrokratunum. Føroyar á ES. Hetta gjørdist dag­urin, tá Føroyar næstan trífaldaðu makrelkvotuna úr 5% til 12,6%. Sambært búskaparfrøðinginum, Hans Ellefsen, snýr tað seg um 800 mió. kr., ið meirvirði. Hetta eru pengar, sum fíggja vælferðina framyvir.

Vit stóðu saman
Jacob Vestergaard eigur stóran lut í semjuni, men hann hevur ikki staði einsa­mallur. Hann hevur havt dyggan stuðul frá før­oyska fólkinum. Frá politisku skipanini. Í hesum málinum hava vit, sama hvar vit eru hugsjónarliga, staði saman um okkara tjóðarrætt. Vit hava sagt, at vit eiga størri makrelkvotu, og vilja vit gera alt fyri, at vit fáa okkara sjálvsagda rætt. Tað hava vit gjørt, og vit sigraðu. Men dysturin er ikki av. Handilsstongsulin við ES heldur fram.

Sildin
Vit skulu í nærmastu fram­tíð samráðast við stranda­londini um, hvussu norð­havssildin skal býtast, og tað er mín vón, at vit halda fram við at standa saman sum tjóð, so vit vinna før­oyska samfelagnum fleiri rættindini. Men áðrenn vit samráðast um sildina, skulu vit fegnast um semjuna.
Hetta gjørdist ein søgu­ligur dagur, har vit prógvaðu fyri umheiminum, at hóast vit eru ein lítil tjóð, eru vit ein sterk eind, tá vit standa saman sum tjóð.