Føroyaskeið fyri útlendigum á Setrinum

Fróðskaparsetrið hevur nú gjørt av, at hava enn eitt føroyamálsskeið fyri útlendingum.
Í summar skipaði Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum nevniliga fyrstu ferð fyri summarskeiði í føroyskum máli og mentan fyri útlendskum studentum og undirtøkan var sera góð.

Fróðskaparsetrið hevur nú gjørt av, at hava enn eitt føroyamálsskeið fyri útlendingum.
Í summar skipaði Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum nevniliga fyrstu ferð fyri summarskeiði í føroyskum máli og mentan fyri útlendskum studentum og undirtøkan var sera góð. So gott sum fullteknað var til skeiðini. Tilsamans vóru omanfyri 30 studentar úr fleiri enn 10 londum við á skeiðnum.
Tey, sum vóru við á seinasta skeiðnum, høvdu nógvar ymiskar orsøkir at koma til Føroya, summi vildu sleppa til eitt fjarskotið land og læra seg eitt, í teirra verð, eksotiskt mál. Onnur komu til Føroya, tí tey høvdu røtur í Føroyum ella í øðrum Norðurlandi, og hetta hildu tey vera gott høvi hjá teimum at leita aftur til uppruna sín.
Tað skeiðið eydnaðist avbera væl, og skoðsmálini frá studentunum vóru so mikið góð, at føroyamálsdeildin á fróðskaparsetrinum nú hevur gjørt av at skipa fyri nýggjum skeiði komandi summar.
Skeiðið verður í døgunum frá 1. til 20. august 2005.
Á tílíkum skeiðum verður høvuðsdenturin lagdur á mál og mentan.
Undirvísingin er fyri tað mesta á enskum, men studentarnir sleppa eisini at royna seg á føroyskum. Tað er lagamanni at undirvísa á enskum um føroyskt mál og mállæru, tí Fróðskaparfelagið gav í summar út bókina : Faroese - An Overview and Reference Grammar. Høvundar av bókini eru Höskuldur Þráinsson, Hjalmar P. Petersen, Jógvan í Lon Jacobsen og Zakaris Svabo Hansen.