Formaðurin í mentanarnevnd- og útbúgvingarnevnd
Norðurlandaráðsins, Lars Wegendal, segði, at á føroyatúrurinum hevur nevndin fingið týdningarmiklar og virðismiklar frágreiðingar um føroysk viðurskifti, sum koma at verða grundleggjandi fyri framtíðar støðutakanir
Jógvan við Keldu, føroyska umboðið í nevndini, sigur, at forstáilsi millum fólkasløg er av størsta týdningi og at túrinin hjá hesum fólkunum, sum sita í teimum avgerandi sessunum í grannalondum okkara, hevur givið teimum betur fatan av, hvat hevur týdning og er neyðugt fyri okkara lítlu tjóð
Eftir fundin í Havn, fór mentanar- og útbúgvingarnevndin hjá Norðurlandaráðnum til Fuglafirðar og síðani varð vitjað í Klaksvík.
Fuglafjørður nógv at bjóða
Á skránni í Mentanarhúsinum í Fuglafirði var borðreitt við vísusangi. Talan var um tveir sangir hjá Evert Taube, sungnir á føroyskum av Niels Midjord og Petur Jakku Eliasen. Sangur teirra hugtók formannin í nevndini.
Frits Johannesen luttók við Fuglafjarðar sangkóri, síðani spældi eitt pop-orkestur av evnaríkum ungdómum. Ein góð løta gekk við frágreiðingum um nýggja mentanarhúsið, og limir Norðurlandaráðsins vóru hugtiknir av hesum húsi og teimum tiltøkum, sum har hava verið.
Lars Wegendal helt fyri, at tað var ófatuligt, at eitt so lítið samfelag sum Fuglafjørður, kundi hava eitt so prýðiligt og vælhóskandi mentanarhús.
Væl fyrireikaður klaksvíkstúrur
Í Klaksvík tók býráðið ímóti. Torleif Sigurðsson, varaborgarstjóri, beyð vælkomið.
Dávur Winther hevði síðani góða og áhugaverda frágreiðing á powerpoint um Klaksvík, og tað virði Klaksvík hevur í føroyska samfelagnum, bæði vinnuliga og mentanarliga.
Býráðið beyð síðani til morgunmatar á Fortuna við føroyskari- og útlendskari matskrá. Onnur tiltøk vóru vitjan í Christianskirkjuni, har Andrass Sólstein, greiddi frá og á Fornminnisavninum, har Jógvan Ravnsfjall, leiðari, var frásøgumaður.
Nøkur fóru siglingartúr við Draganum norður um, har tey lógu og nutu Føroyar í fagrasta veðrið. Tey vóru sera hugtikin av føroysku náttúruni.
Eisini hildu tey fyri, at tað mundi liggja stórt arbeiði í at fáa Dragan til tað, hann er í dag. Um kvøldið var Føroya kvøld í Skálanum, sum Klaksvíkar Dansifelag legði til rættis.
Anfinn Jacobsen, sjónleikari, greiddi væl frá føroyska dansinum, og 17 sangarar sungu norðurlendskar sangir.
Eyguni upp fyri grindadrápi
Andras Joensen vísti síðani nýggja "grindafilmin", sum gav gestunum eina greiða fatan av, hvønn týdning grindin hevur fyri Føroyar, og øll vóru samd um, at hetta gav eina góða og øðrvísi mynd av grindadrápinum.
Jógvan Ravnsfjall greiddi frá um føroysku ullina, og onkur listarkvinna úr Svøríki, tók nakað av føroyskari ull við sær heim til Svøríkis.
Tað er neyvan ilt at gita, at føroyska umboðið í nevndini, Jógvan við Keldu, hevur havt ?ein fingur við í spælinum?, tá ferðin til heimbý hansara varð løgd til rættis.