Steen ger nógv við at savna føroysk frímerki, og tað hevur hann gjørt, líka síðan hann sum stórur drongur fyrstu ferð vitjaði í Føroyum saman við pápa sínum.
Eitt øki í postsøgu Føroya, sum Steen við serligum áhuga hevur lagt seg eftir, er brævflutningurin til og úr Føroyum undir seinna heimsbardaga og ta fyrstu tíðina aftaná. Posturin kom tá úr Føroyum til Onglands og helt so fram haðani til Svøríkis, áðrenn hann kom fram til Danmarkar og onnur lond.
Í greinum í ymiskum filatelistiskum tíðarritum hevur føðingardagsbarnið gjølliga lýst postflutningin millum Føroyar og umheimin og víst eina ørgrynnu av heimildum um føroyskan brævpost frá árunum 1940-45 við censurstemplum o.s.fr. frá myndugleikunum bæði í Onglandi og Danmark.
Áhugin hjá Steen Jack Petersen fyri føroyskum frímerkjum og føroyskari postsøgu hevur gjørt hann til ein eftirspurdar fyrilestrahaldara í mongum frímerkjaklubbum um øll Norðurlond.
Fyri bara tveimum vikum síðan vann savn hansara við føroyskum frímerkjum og ikki minst postsøguligum brævbjálvum gullmedalju á einari stórari frímerkjaframsýning í Hillerød.
Heimasíðan hjá Steen: www.faroestamps.dk