Í Føroyum frábiðja vit okkum uppíblanding í okkara viðurskifti, og tí eiga Føroyar eisini at ansa eftir ikki at vit ikki leggja seg út í, um onnur ætla at friða hval í Suðuratlantshavi.
Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri, nú ein ætlan um at friða hval í Suðuratlantshavi helst kemur til viðgerðar á fundi í IWC (Altjóða Hvalaveiðunevndini) fyrst í juli.
Hann sigur, at verður hvalur friðaður í Suðuratlantshavi hevur lítlan og ongan týdning fyri Føroyar, tí slík friðing av hvali kemur ikki upp á tal her um okkara leiðir uttan samtykki frá strandalondum, og slíkt samtykki verður neyvan nakrantíð givið
Fleiri lond hava í hyggju at stuðla einum uppskoti um at stovna eitt øki í Suðuratlantshavi, har ið bann verður sett fyri hvalaveiðu.
- Hetta hevur m.a. fingið løgmann at rópa varskó og at tala fyri, at Danmark setur seg upp ímóti hesi ætlan, um hon komur upp í IWC-samanheingi, sigur Edmund Joensen-
- Eg havi skilt málið soleiðis, at Danmark treytar sær, at øll lond kring friðaða økið skulu geva sítt samtykki til friðingina.
Harumframt er ein treyt, at friðingin í Suðuratlantshavinum ikki kann brúkast sum fordømi fyri friðing í Norðuratlantshavi, sigur Edmund Joensen.
- Sjálvandi hava almennu Føroyar rætt til at gera vart við síni sjónarmið um friðing av hvali. Men fara vit at leggja okkum beinleiðis uppí, hvat verður gjørt aðrastaðni, er torført hjá okkum at biðja onnur lata vera við at leggja seg út í viðurskifti hjá okkum, sigur hann.
Nú hevur samráð verið við Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, í umhvørvisnevnd Fólkatingsins. Har gav Fólkatingið ráðharranum heimild til ríkisins politikk og sjónarmið á IWC-fundinum.
Á fundinum førdi Edmund Joensen fram, at stjórnin eigur í høvuðsheitum at halda seg til linjuna, ið Føroyar og Grønland leggja mótvegis IWC.
- Tað merkir m.a., at rætturin til burðardygga hvalaveiðu sambært havrættinum skal virðast, sigur hann, sum her er avmyndaður saman við Villy Søvndal.
Hann førdi eisini fram, at Grønland skal fáa nýggjar hvalakvotur og at Føroyar eiga at umhugsa at taka upp hvalaveiðu til vísindaligt endamál, um so er, at náttúrufrøðingar síggja tørv fyri tí.
Somuleiðis førdi Edmund Joensen fram, at hvalur í Suðuratlantshavi eigur bara at vera friðaður undir teirri treyt, at øll lond kring friðaða økið geva sítt samtykki til friðingina, og at hetta ikki skapar fordømi til at friða í Norðuratlantshavi eisini
Og so heldur føroyski fólkatingsmaðurin somuleiðis, at danski uttanríkisráðharrin eigur alment at taka frástøðu frá herferðini, ið fýra umhvørvisfelagsskapir í hesum døgum fyriskipa móti Føroyum, Grønlandi og Danmark, tí hvalaveiða fer fram í ríkinum.