Kinverska flakavinnan megnar at gjalda fyri 16 arbeiðsfólk, meðan føroyska flakavinnan bert megnar at løna einum arbeiðsfólki fyri sama pening. Kinverjar fáa 16 arbeiðsfólk fyri eina føroyska løn.
Hetta stendur á lesa á heimasíðuni hjá Føroya Sparikassa, sum vísir á norska blaðið Dagens Næringsliv sum keldu.
Sum dømi um lønarmunin verður nevnt, at arbeiðsfólkini í flakavirkissamtakinum Yilfa Group fáa 744 danskar krónur um mánaðin. Ein miðal flakavirkisløn her á landi er 12.000 krónur um mánaðin. Tað merkir við øðrum orðum, at ein flakavirkiskvinna í Føroyum er 16 ferðir dýrari enn ein kinversk.
Flakavirkisarbeiðarar hjá Yilfa, sum í høvuðsheitum eru 18-19 ára gamlar gentur, arbeiða frá klokkan sjey á morgni til klokkan fimm seinnapartin.
- Bíliga arbeiðsmegin er størsti fyrimunurin hjá Kina sum ídnaðarland, sigur varastjórin hjá Yilfa, Kevin Wei, í samrøðu við Dagens Næringsliv.
Alsamt fleiri stórir fiskakeyparar í Europa velja kinverska marknaðin, tá teir keypa fiskaflak. Orsøkin skal finnast í, at kinverjar bjóða somu góðsku fyri lægri prís.
Jan Fossberg arbeiðir í Kina vegna norsku fiskavinnuna, og hann sigur, at vit skulu hækka góðskustøðið til tess at verða betri enn kinverjar.
- Kina hevur í dag fleiri enn 100 stór flakavirki, sum eru á europeiskum góðskustigi og framleiða til kundar í vestanlondum. Norðurlendsku virkini eru framvegis framman fyri tey kinversku, tá tað snýr seg um víðari virkaðar fiskavørur, men eisini á hesum økinum er Kina byrjað at gera um seg. At kappast við Kina við kinverskum treytum er til fánýtis. Um vit skulu sleppa undan beinleiðis kapping, mugu okkara vørur liggja ovastar í príspyramiduni, og góðskan skal vera á einum so mikið høgum stigi, at kinverjar ikki kunnu vera við, sigur Jan Fossberg við Dagens Næringsliv og siteraður á heimasíðuni hjá Føroya Sparikassa.
Kappast mest við grannar okkara
Meinhard Jacobsen er stjóri í Føroya Fiskavirking, og hann sigur, at kappingarneytarnir hjá føroyingum fyrst og fremst eru grannar okkara og í minni mun Kina.
- Vit hyggja lutfalsliga lítið til Kina, men vit hyggja meira eftir okkara grannum, Íslandi og Englandi, tí tað er har, sum vit missa fiskin í fyrsta umfari. Vit eru dupult so dýrir sum England og 1,8 ferðir so dýrir sum Ísland. Og tað merkir, at ein føroyingur, sum arbeiðir í flakavinnuni, skal hvønn tann einasta dag gera tað sama arbeiðið sum tveir skotar ella 1,8 íslendarar. Hvønn dag. Og tað er trupult. Hví skulu vit klára tað, tá vit ikki klára tað í nakrari aðrari vinnu hjá okkum, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking.
- Hundrað tals milliónir verða investeraðar í fiskaídnaðin í Kina. So fiskaídnaðurin er væl fyri í mun til reinføri. Tað einasta, sum teir ikki hava gjørt nógv burturúr, tað er maskinum, tí teir hava so bíliga arbeiðskraft. Og tí gera teir tað manuelt fyri at fáa maksimala úrtøku. Men vit spíla okkum so nógv út sum vit yvirhøvur orka. Men tað er givið, at tað er trupult hjá okkum at framleiða fisk við tí muni, sum er, sigur Meinhard Jacobsen at enda.