Avkastið av íløgum hjá teimum føroysku lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, er munandi lægri enn avkastið hjá sama slag feløgum í Danmark.
Tað sigur Tryggingareftirlitið, sum hevur gjørt eina kanning, har tey samanbera avkastið frá íløgum hjá føroyskum og donskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, frá 2014 til 2018.
Úrslitið er, at í miðal er avkastið av íløgunum hjá teimum føroysku feløgunum 2,6 prosent, og tað er ikki meiri enn helvtin av avkastinum hjá teimum donsku feløgunum er, tí tað er 5,2 prosent.
Í 2018 fall partabrævamarknaðinum, og avleiðingin av tí var, at hetta árið fingu føroysku feløgini eitt negativt avkast upp á -1,5 prosent, men donsku feløgini høvdu eitt negativt avkast upp á -1,8 prosent.
Fallið á partabrævamarknaðinum í 2018 gjørdi eisini, at avkastið fyri tíðarskeiðið 2014-2018 er lægri enn í undanfarnu kanning, tá partabrævamarknaðurin øll árini hevði positivt avkast.
Ein orsøk til lægra íløguavkastið hjá føroysku feløgunum 2014-2018 er, at føroysku feløgini hava sett ein størri part av íløgunum í stats- og realkreditlánsbrøv, men donsk feløg hava gjørt fleiri íløgur í partabrøv og í grundir og bygningar, sum hava givið hægri avkast hesi árini.
Tryggingareftirlitið sigur, at tað er lutfalsliga stórur munur á miðal íløguavkastinum hjá teimum einstøku føroysku feløgunum hesi árini. Ein orsøk til tað er, at tað er ymiskt, hvørjar íløgur tey ymsu feløgini gera. Nøkur feløg hava sett ein størri part av íløgunum í stats- og realkredittlánsbrøv við lágari rentu.
Íløguavkastið vísir, hvat eftirlønarsamanspararnir í mesta lagi kann fáa sum heild. Sostatt sigur hetta ikki, hvussu stórt avkast hvør einstakur eftirlønarsamansparari í veruleikanum fær, tí tað kann vera treytað av váða, aldri, íløguslagi, garantium, kostnaði, bonus, og øðrum.
– Íløguavkastið hevur stóran týdning fyri støddina á eftirlønarsamansparingini í longdini, sigur Tryggingareftirlitið.
– Taka vit ein eftirlønarsamansparara, ið tjenar 30.000 krónur um mánaðin og sum rindar 15 prosent í eftirløn, svarar tað til 2.700 kr. um mánaðin við 40 prosentum í eftirlønarskatti.
Fyri henda eftirlønarsamansparara hevði eitt árligt íløguavkast upp á 2,6 prosent í miðal givið eitt samanspart virði upp á einar 2,3 milliónir krónur aftaná 40 ár.
Hevði íløguavkastið verið 5,2 prosent, hevði samansparda virðið ístaðin verið uml. 4,3 milliónir krónur, sum er næstan tvífalt so stórt, sigur Tryggingareftirlitið.