Upp undir konsertina hjá Paul McCartney fríggjakvøldið suðaði Keypmannahavn av spenningi. Inni á matstovum, á Strøjnum og í Nýhavnini hoyrdi tú fólk siga, at tey vóru komin á konsert. Úr Jútlandi. Úr Noregi, Svøríki og Íslandi. Og úr Føroyum.
Hundraðtals føroyingar hava brúkt fleiri túsund krónur tilsamans at síggja meistaran, tá hann legði leiðini framvið. Og teir angra tað ikki. Vit hava fregnast hjá nøkrum teirra eftir konsertina fríggjakvøldið.
Eina bússu til Paul
Gissur Patursson, sum hevur handilin »3-arin«, fór til Danmarkar saman við konuni og fleiri vinfólkum. Hann nýtti konsertina í djúpari andakt.
? Konsertin var heilt einastandandi. Eg havi ongantíð verið so friðarligur sum bæði undir og aftaná konsertina. Tað var heilt óveruligt. Paul McCartney var genialur. Super!
Gissur og vinfólkini høvdu fyrireikað seg væl til konsertina, so tey fingu sum best burturúr. Hin navnframi HB-arin, Eirikur Rasmussen, sum er inkarneraður Beatles- og Liverpool-viðhaldsmaður, hevði skaffað atgongumerkini í góðari tíð, og tað ráddi um bæði at hoyra og síggja so væl sum gjørligt.
? Vit høvdu kikara við, so vit fingu eisini hugt væl og virðiliga eftir bólkinum. Hann var stak góður og serliga trummusláarin var genialur. Vit sótu á 8A, sum er uppi við síðuna, so vit hoyrdu eisini væl. Ljóðið var sera gott, og tað rann ikki saman, sum tað onkuntíð ger við so stórar konsertir, sigur Gissur.
Persónliga var hæddarpunktið, tá sangur nummar 30 á konsertini fekk túsundtals tendrarar á loft.
? Mín persónligi favorittur er Let it Be. Tá hann kom, krassjaði fullkomiliga hjá mær, sigur Gissur Patursson, sum viðgongur, at nógvar kenslur bylgdust inn í honum..
Hetta var eisini eitt upplivilsi, sum hann hevur sæð fram til í nógv ár.
? Eg og konan hava í fleiri ár havt ein bússu til Paul McCartney og Eric Clapton, um teir skuldu komu hendanvegin. Nú bleiv tað til Paul McCartney, og tað passaði mær væl. Eg havi altíð elskað Beatles, og serliga Paul McCartney. Tað var antin Stones ella Beatles, tá eg var ungur. Eg átti allar beatlespláturnar. So hetta var stórt.
Totalt imponerandi
Niclas Johannesen er tónasmiðjurin, sum bæði er vorðin kendur fyri at skriva tónleik til Skeyk, hitt til Brandur Enni og harðan rock saman við Chase. Hann var saman við sínum sangfugli Lenu Andersen farin á konsert hjá Sir Paul.
? Er tað ein av øllum teimum gomlu klassikarunum, sum eg vildi sleppa á konsert hjá, so er tað Paul McCartney. Lennon-McCartney eru ein fyrimynd hjá øllum tónleikarum, og serliga McCartney hevur skrivað nøkur av teimum bestu løgunum, ið eru til, sigur Niclas Johannesen.
Vit fylgjast av konsertini inn ímóti býnum, og tað suðar av fólki. Fantastiskt, hoyrist aftur og aftur, og tað eru eisini orðini hjá Niclas.
? Eg helt konsertin bleiv betri og betri, sum hon leið. Hon byrjaði væl, men seinna helvt var heilt fantastisk. Vit sótu nokk so aftarlaga, og tað var tað einasta minussið reint ljóðliga. Men tað kundi faktiskt gera tað sama, tí tað var heldur ikki poengið. Onkursvegna ráddi tað bara um at vera har, sigur Niclas.
Hann fær ikki peikað á nakran yndissang hjá Beatles ella Paul McCartney. Heldur ikki hetta kvøldið var nakað ávíst hæddarpunkt. Har vóru snøgt sagt ov nógv.
? Tað er júst trupulleikin við honum. Hann hevur simpulthen gjørt so nógv gott, at tað ber ikki til at nevna nakran favoritt-sang. Har vóru nógv øgiliga nógv góð løg, sigur Niclas.
Tey bæði Lena og Niclas sótu bara friðarliga og lurtaðu.
? Vit kenna øll løgini og sótu bara og nýttu tað. Kanska eitt sindur av fjáltri. Ein hetja er ein hetja, óansæð hvussu gamal tú ert blivin, sigur Niclas.
Hóast Paul McCartney er komin upp í árini, vísti hann seg at vera væl fyri, og tað undraði Niclas.
? Eg var totalt bilsin av, at hann orkaði so væl. Hann syngur nógv betri nú enn fyri 10 árum síðan. Tá virkaði hann eitt sindur slitin, men nú er hann helst komin í form av turnéini í USA, og hann syngur næstan sum í ungum døgum. Hann syngur í sama tónalagi, í sama tempo. Einki tvætl. Og tað er totalt imponerandi av einum 60 ára gomlum manni, sigur Niclas.
Ein leiðarastjørna
Birgir Kruse er serliga kendur fyri sítt mentanarliga starv. Og nú hann hevur verið á konsert við Paul McCartney, samanber hann Sir Paul við ein grundleggjara av tí partinum av mentanini, sum eitur rokktónleikur. Og tað var stórsligi at uppliva.
? Tá vit tosa um nútíðar rokktónleik, so eru beatlarnir grundlógarnevndin.
Síðani Hank Williams hevur eingin sum beatlarnir definerað rokktónleik á
plátu. Til innhalds og í tónagongd. Eingin ivi. At møta helvtini av livandi
Grundlógarnevdini er stórt. Og at syngja na-na-na-na kórið í Hey Jude nakrar
metrar frá Sir Paul í Parkini er enn størri, sigur Birgir Kruse, sum stóð heilt frammi við pallin, tá konsertin kókaði yvir.
Í góðum føroyskum ferðalagi upplivdi hann hetta fríggjakvøldið. Nakrar metrar frá meistaranum Paul.
? Ein meistari er hann, tí hann hevur skapt størstu klassikararnar í nýggjaru
rokksøguni á plátu og er enn frammi. Hevur ikki narkotiserað seg í hel, ella
á annan hátt latið seg slúka upp av destruktivu undirhaldsmaskinuni. Undir
teim hevjaðu eygnabrúnum stara sakleysu Bambi-eyguni okkum enn beint ímóti.
Har er eingin slingur í valsinum, sigur Birgir Kruse.
Eisini hann var imponeraður av stórforminum hjá 60-ára gamla Paul McCartney.
? Útvið tríggjar tímar av undirhaldi av bestu skuffu uttan ein sjónligan sveittadropa, tað gerst ikki betri av einum sum nærkast eftirlønaraldri í poppverðini. Eitt lýsandi eksempul. Ein leiðarstjørna. At honum ikki dámar grind, leggi eg líka í. Paul skal verða
vælkomin aftur í Verðina.