Føroyingar hava fýra ferðir áður vunnið íslendsku steypakappingina

Uni Arge, Julian Johnsson, Símun Samuelsen, Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu hava vunnið íslendsku steypakappingina í hesari øldini

Klokkan 18 leygardagin verður íslendska steypafinalan á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.

Føroyingaliðið, FH skal spæla finalu móti Víkingi Reykjavík, ið ikki hevur verið partur av steypafinaluni í 47 ár.

Brandur Hendriksson Olsen hevur gjørt tað framúr fyri FH við bæði málum og uppleggum, og møguleikin fyri, at skálvíkingurin sleppur at byrja inni í steypafinaluni skuldi verið góður. Føroyski málverjin, Gunnar Nielsen er tíverri ikki sloppin at verja málið hjá FH seinastu mongu dystirnar, og vandi er fyri, at hann aftur situr á beinkinum hjá FH leygardagin.

Um FH vinnur finaluna verður tað fimtu ferð í søguni, og fimtu ferð síðani 2000, at føroyingar vinna íslendsku steypakappingina.

Uni Arge breyt ísin í 2000, tá hann sum tann fyrsti føroyingurin vann eina steypakapping uttanfyri Føroyar. Hetta gjørdi Uni saman við liði sínum, Akranesi sum í steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í árinum 2000 vann 2-1 á ÍBV. Í 1998 taptu Uni Arge og Jens Martin Knudsen íslendsku steypafinaluna við Leiftri ímóti júst ÍBV. Uni skoraði ikki í finaluni í 2000, men hann skoraði í hálvfinaluni ímóti FH. 

Í 2003 gjørdist Julian Johnsson annar føroyingurin, sum vann íslendsku steypakappingina. Í steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í 2003 vann Julian saman við liði sínum, Akranesi 1-0 á FH.

Í 2006 gjørdist Símun Samuelsen triðji føroyingurin, sum vann íslendsku steypakappingini. Saman við liðfeløgunum í Keflavík vann Símun á Laugardalsvøllinum íslendsku steypakappingina við einum 2-0 finalusigri á KR. Í steypafinaluni hevði Símun gyltan møguleika at skora til 3-0, men tók ikki av. 

Fjórðu ferð føroyingar vunnu íslendsku steypakappingina var í 2017, tá ÍBV við Jónasi Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu á liðnum vann 1-0 á FH, ið hevði Gunnar Nielsen í málinum. Gunnar Heiðar Þorvaldsson skoraði sigursmálið til 1-0 í 37. minutti. Kaj Leo í Bartalsstovu legði upp til málið, og í teimum seinastu minuttunum var tað bara ein rimmar bjarging hjá Gunnari Nielsen í FH-málinum, ið forðaði Kaj Leo at økja til 2-0. 

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá steypafinaluni í 2017: